Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Grøni vegurin

2020-10-28 13:32

 

Tann grøna broytingin snýr seg ikki bara um grønar orkukeldur, men eisini um grøna matframleiðslu.

 

Nógv valevni tosa um tað grøna skiftið, men sjálvdan tosa vit um matin.

 

Um vit skulu hugsa um umhvørvið, eru vit eisini noydd at hugsa um, hvat vit eta, og hvar tað kemur frá. Hvørja fer vit fara til handils, eru pengaseðlarnir tað sama sum okkara atkvøðuseðlar - vit atkvøða fyri tí, vit vilja hava meira av.

 

Tá tú keypur matvørur inn, so sært tú fyri tað mesta útlendskar matvørur, sum hava ferðast langan veg, fyri at síðan enda her í Føroyum. Nógv av tí fer til at breyðføða okkum føroyingar, men nógv av tí endar eisini í ruskspannini.

 

Vit hava longu eina fyritøku í Havn, sum arbeiðir við at framleiða føroyska salat o.a. innandura. Vit hava eisini Veltuna á Sandi, sum framleiðir nógv ymiskt grønmeti bæði innan- og uttandura. Harafturat hava vit fleiri bóndir og smáframleiðarar kring landi, sum gera sítt íkast til eina grønari matmentan í Føroyum. Vit síggja, at hetta ber til í Føroyum, og hesum skulu vit hava meira av!

 

Í Íslandi hava tey ikki innflutt agurkir í 5 ár, og flest av tykkum hava nokk lagt til merkis, at tær íslendsku agurkirnar eru at finna í okkara kølidiskum. Tann íslendska framleiðslan er nokk til alt Ísland - og eisini til Føroyar. Tað verður nokk ikki leingi, áðrenn vit eisini byrja at síggja íslendskar tomatir og súreplir her heima.   

 

Í Singapore, har tað búgva 5,6 milliónir fólk, hava tey ambitiónir um, at alt teirra grønmeti skal dyrkast innandura í egnum landi. Tey eru longu byrjað, og kanska er tíðin komin, at vit eisini byrja at gera hetta. Tøknin er her, og um Ísland kann, ja so kunnu vit eisini. Hugsa tær, at tomatin ella piparfruktin tú etur, bert hevur ferðast 1km og ikki 4000km. 

 

Vit mugu nýhugsa mátan vit breyðføða okkum sjálvi, og ein innandura gróðurstøð er grøni vegurin fram. Skulu vit í kommununi fara undur at gera ein gróðurstøð og vaktrarhús? Nei, men í Tórshavnar kommunu hava vit fleiri stovnar, skúlar, ellisheim og kantinur - og um vit byrjaðu at keypa føroyskar rávørur og stuðla grønmetisframleiðsluni í Føroyum, fáa allir grønmetis-íverksetar eitt gott bein at standa á frá fyrsta degi.

 

Um 10 ár eigur alt grønmetið, vit eta, at vera føroysk framleiðsla.

 

Michael A.C. Johannesen

býráðsvalevni í Tórshavnar Kommunu