Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Góð ellisár - eisini fyri hjún

2020-10-19 08:47

Vit gerast alsamt eldri og tørvurin eftir fleiri røktarheimsplássum er stórur í Tórshavnar kommunu. Ætlanirnar hjá sitandi býráð eru heldigvís, at lata nýtt røktarheim byggja. Í komandi setu ynskir Javnaðarflokkurin at byggja nýtt røktarheim í Kollafirði, samstundis sum ferð verður sett á at útbyggja eldraøkið í kommununi sum heild. Nú vit skjótt skriva 2021 er tíðin tó búgvin til, at vit eisini hugsa alternativ til tað “vanliga” røktarheimsplássið.

Fólk vilja búgva heima sum longst, og tað skulu tey fáa loyvi til, eisini sum hjún. Á einum røktarheimi er hetta tó ikki altíð møguligt og er tað í sjálvum sær ein stór sorg fyri hesi fólk. Sum kommuna mugu vit tí finna loysnina, soleiðis at hjún ikki noyðast at búgva hvør sær á ellisárum.

Sum sjúkrarøktarfrøðilesandi í Aalborg í 2001-2004 var eg í starvsvenjingini á eldraøkinum m.a. knýtt at einum røktarheimi við tilhoyrandi eldraíbúðum. Inni á røktarheiminum búðu tey fólk, sum høvdu tørv á røkt gjøgnum alt døgnið og ikki høvdu møguleika fyri at klára seg heima við hús. Í eldraíbúðunum búðu fólk, bæði støk og hjún. Hesi kláraðu seg fyri tað mesta sjálvi, men høvdu kanska tørv á heimahjálp ella á einum røktarstarvsfólki frá røktarheiminum til eitthvørt. Uppá hendan mátan var loysnin hóskandi fyri hjún, tí tey kundu liva saman hóast annar ella bæði vóru røktarkrevjandi.

Sum kommuna mugu vit eisini sikra innihald og meining í gerandisdegnum hjá okkara eldru. Trivnaðurin hevur nógv at siga í mun til at varðveita eina góða heilsu og fyri at kunna gleðast um lívið – eisini í ellisárum. Røktarheim og eldraíbúðir eru karmar, men tað er innihaldið í gerandisdegnum, sum veruliga hevur nakað at siga, og mugu vit tí geva teimum eldru størri møguleika fyri venjing og endurvenjing. At eitt eldri fólk kemur á røktarheim, eigur ikki bara at vera fyri uppihaldið. Vit eiga at sikra virkni og samveru fyri hesi fólk.

Hetta kann m.a. gerast við at hava fastar útferðir og/ella gongutúrar, at innrætta ymisk verkstøð inni á røktarheimunum og at hava urtagarðar ella djórahald knýtt at røktarheimunum bert fyri at nevna nøkur dømi....tað handlar um at hugsa nýtt og síggja møguleikar heldur enn forðingar.

Men fyri at kunna veita virkni og samveru fyri okkara eldru verða vit eisini noydd at hyggja at teimum, sum taka sær av og eru um okkara eldru. Starvsfólkini skulu hava tíð til nærveru, tey skulu hava tíð til at gera sær ómak við tí, tey duga best og tí eigur kommunan at seta fleiri røktarstarvsfólk á eldraøkið.

Býrað fyri borgaran.

Sára Gullfoss, valevni Javnaðarfloksins til kommunuval 10. november 2020.