Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Glyvursvegurin – Veit Gunnvør Balle hvat er samtykt?

2020-10-27 08:37

 Nú upp undir val, verður nógv skrivað av valevnunum, sum kunnu hugsað sær alt møguligt. Millum annað hvat skal verða úti á Glyvursnesi, nú tá havnarútbyggingin er um at verða liðug. Økið og grótbrotið standa tóm og klár til Tórshavnar Kommunu at nýta. Varaborgarstjórin, Gunnvør Balle, hevur ein langan lista um hvat hon sær fyri sær har úti. Sjálvandi skal økið verða brúkt til vinnuligt og/ella frítíðarvirksemi, men vegurin má gerast fyrst! Ein tryggur og ordiligur vegur, sum liggur longri uppi enn núverandi, sum upprunaliga var ætlanin, soleiðis at íbúgvarnir fram við núverandi grús og- uppdyrkingarvegi kunnu fáa frið at njóta sín garð, turka klæðir, grilla og annað, uttan at ganga undir í støvi og larmi, og ikki minst loyva børnunum út at spæla, uttan ampa um hesar stóru lastbilarnar.

Varaborgarstjórin nevnir, at ” Áðrenn virksemið úti á Glyvursnesi veksur, er neyðugt at kommunan yvirtekur vegin út á Glyvursnes, so hann verður tryggur og fylgir forskriftunum. ”, men eg kann kunna varaborgarstjóran um, at tað er ikki tað, sum er samtykt í Teknisku nevnd tann 06.oktí ár. Har varð samtykt ikki at yvirtaka vegin, men heldur at gera brúkaraavtalu við festaran um verandi veg.

Eg búgvi sjálvur við henda veg, og eg finni meg ikki í hesum longur. Vit, grannar, hava nú verið plágað av allari ferðsluni eftir hesum vegi í 20 ár. Ein dialogur hevur verið við TK (umsitingina og býráðsumboð) í longri tíð, men eingin loysn í eygsjón, og í fullkomiliga vanvirðing fyri tey sum búgva við vegin, ætlar man at hetta skal halda fram. Ja, kanska í 20 ár afturat.

Nú er nokk! Nýggj fólk mugu koma á Vaglið, sum taka atlit til borgarar í kommununi. Vegurin má og skal longur niðan, sum tann reyða linjan á myndini vísur. Hann skal asfalterast og heyggur gerast ímillum húsini og vegin, fyri at minka um larm og støv, og fyri at tryggja at akfør ikki renna á hús og fólk sum her býr.

Karlot Hergeirsson

Viðargøta 16

Valevni fyri Framsókn.