Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Geriatri í føroyska heilsuverkinum

2021-10-25 11:32

Tordur Niclasen setti Kaj Leo Holm Johannesen § 52 a fyrispurning um, hvørjar royndir eru gjørdar fyri at fáa sett serlækna í eldrasjúkum, og nær kann roknast við, at slíkur verður settur í heilsuverkinum. Fyrispurningurin sæst her

Svarið var, at eingin føroyingur vituligt er undir útbúgving sum serlækni í geriatri: Orsøkirnar eru fleiri, millum annað, at tað í síni heild er trupult at fáa yngri læknar at velja sergreinina geriatri, og útlitini til at arbeiða sum einsamallur serlækni í eldrasjúkum í Føroyum eru ikki lokkandi.

Sami spurningur um geriatara var settur á tingi í 1999. Tað eru 22 ár síðan, og eingi frambrot eru hend á hesum øki enn, samstundis sum bólkurin av teimum, sum tørva serfrøðina alsamt veksur.

Tíðin er komin at gera nakað annað. Føroyska heilsuverkið kann ikki bara bíða eftir geriatrisku serfrøðini, sum er so átrokandi.

Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið frá 2016 staðfestir, at talið av teimum, sum hava tørv á heilsutænastum í føroyska heilsuverkinum eru aldrandi og heilsuútreiðslurnar mestar í hesum aldursbólkinum. Áhugafelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum við áhuga fyri eldraøkinum var á fundi við Kaj Leo Holm Johannesen fyri einum ári síðan, har vit vístu á, at tað er ikki bara at seta ein geriatara hálva tíð og vænta, at so fer alt at laga seg. Starvið er ikki lokkandi, sjálvsagt. Og ein játtan á hálva tíð, tað er ógvuliga lítið ambitiøst.

Ein geriatrisk tænasta krevur toymisarbeiði av fleiri fakbólkum so sum sjúkrarøktarfrøðingum, læknum, fysio- og ergoterapeutum, kostserfrøðingum, sálarfrøðingum og øðrum. Og fyri at tað skal hepnast, krevst ein tilgongd í sekundera og primera geiranum, har hesir fakbólkar seta seg saman, umframt at seta seg saman við fólkunum, sum skulu hava tænastuna, teimum eldru.

Vit vístu á, at føroyska heilsuverkið hevur góðar fyrimyndir í teimum ambulatoriiunum, sum veita tænastur á fleiri økjum, har serfrøðingar koma til Føroya við jøvnum millumbilum. Tað kann væl lata seg gera, um arbeiðið her heima er væl skipað.

Vit vilja enn einaferð heita á Kaj Leo Holm Johannesen at seta ein bólk av viðkomandi pørtum at orða eitt álit um, hvussu ein geriatrisk heilsutænasta kann skipast í føroyska heilsuverkinum. At menna eina geriatriska dygdartænastu er neyðugt og fakliga spennandi. Vit hava ikki ráð at bíða.

Fremtidens sundhedsudgifter, VIVE 2020

Jónvør Christiansen