Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Frítíðarskúlin við Botnánna skal dagførast

2020-11-07 11:38

 

Var á vitjan á frítíðarskúlanum við Botnánna hósdagin. Ì gongini bleiv eg møtt av vinarligum starvfólkum og ikki minst glaðum børnum. Alt annað var ein syrgilig sjón. Frítíðarskúlin húsast í skúrðum, tað lekur í eyri og seyri, loftið er um at detta niður og umstøðurnar sum heild ikki nøktandi. Tað eru øll børn, sum brúka frítíðarskúlan, líka frá barnagarði, til skúla og til tey eldru børnini, sum brúka frítíðarskúlan um kvøldið sum ungdómstilboð, “Ùthengið.  Barnagarðurin við Botnánna er eisini vorðin ov lítil og skal tí eisini byggjast út. Vit eiga tí skjótast gjørligt at dagføra fríðtíðarskúlan og byggja út barnagarðin í samráð við ánarar og stavfólk og pengur eigur at setast av longu í fíggjarætlanina fyri komandi ár. Fíggjarætlanin skal endaliga samtykkjast 1. Somuleiðis hava vit aðrar barnagarðar í bygdunum í kommununi, m.a. barnagarðurin í Kaldbak, sum eisini skal hava nøktandi umstøður, og verður hesin eisini at taka viðí fíggjarætlanini fyri komandi ár.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið