Frítíðarskúlatilboð til øll 3. flokksbørn – eisini í Badmintonhøllini.

2020-11-02 10:41
2020-11-02 09:04

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur verið ein sólskinssøga. Men børn í 3. Flokki skulu eisini sleppa at ganga har aftaná skúlatíð.

Havnin og miðbýurin í Havn er í støðugum vøkstri, og tað er ein sannroynd, at eisini miðbýarbørn í 3. flokki hava tørv á einum skipaðum frítíðarskúlatilboði aftaná vanliga skúlatíð.

Foreldur arbeiða nógv og leingi

Onga staðni í Norðurlondum arbeiða foreldur so nógv og so leingi sum í Føroyum. Tað merkir, at nógv børn eru alt ov einsamøll aftaná skúlatíð. Vit í Javnaðarflokkinum halda ikki, at tað er gott, at tey yngstu børnini eru so leingi einsamøll heima hvønn dag. Teimum tørvar eina holla skipan, sum tekur hond um teirra menning og tryggar karmar.

Javnaðarflokkurin mælir til, at frítíðarskúlin í Badmintonhøllini sleppur at bjóða 3. floksbørnum vælkomnum sum skjótast.

Og vit mæla til at Býráðið lurtar eftir borgarunum, sum inniliga vísa á, at vit mugu taka ábyrgd av okkara yngstu ættarliðum í felag.

Margarinfabrikkin er eitt framúr tilboð– men hon rúmar ikki øllum

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur prógvað, at hann saktans kann geva børnum í 3. flokki eitt mennandi og mentandi tilboð – eins og kropsligar og heilsugóðar avbjóðingar. Gundadalur er allur sum hann er eitt paradís fyri børn.

Einki ættarlið má detta niður ímillum

Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráði hevur skotið upp,at seta 3. flokks frítíðarskúlatilboð á stovn í Badmintonhøllini, beinan vegin. Til tess krevst, at einar tvær pavilliongir afturat verða settar upp, og at uml. tvey ársverk verða útvegað.

Verður tað ikki veruleiki áðrenn býráðsvalið – so verður tað við vissu sett á stovn beint aftaná.

Vit fegnast tó um – at útlit eru fyri, at málið kemur aftur til endaliga støðutakan á næsta býráðsfundi.

Hendir tað – so prógvar tað, at tað ber til at samstarva í Tórshavnar Býráði um skilagóð mál.

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin