Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Frítíðarkort til ungdómin

2020-10-21 09:41

 

Eg havi fyrr víst á hettar, og fari enn einaferð at vísa á at hettar er avgjørt nakað, sum eg komi at arbeiða fyri.

 

Tórshavnar kommuna skal hjálpa barnafamiljunum, og er hettar ein sera góð og skilagóð loysn. Tankin er at øll børn undir 18 ár fáa eitt frítíðarkort við einari upphædd á árliga. Hettar kortið kann so brúkast til at gjalda við, tá barnið teknar seg til ymisk frítíðarítriv í Tórshavnar kommunu.

 

Hettar stuðlar øllum barnafamiljum í Tórshavnar kommunu, og ein tílík skipan vil gera tað lættari, at fáa tey ungu børnini at íðka ítrótt, ella ganga til aðrar frítíðar aktivitetir. Frítíðarkortið er eitt ískoyti til barnafamiljurnar, og er ein fíggjarlig hjálp. Samstundis vil eitt frítíðarkort stimbra og eggja okkara fantastiska ungdómi, til at íðka og verða kreativ í gerandisdegnum.

 

Frítíðarkortið kemur at verða ein rakstrarútreiðsla fyri Tórshavnar kommunu, tað er ongin ivi um tað. Men ein íløga í okkara ungdóm er gull verd, ein íløga í ungdómin er ein íløga í okkara framtíð.

 

Hettar er eitt av minum hjartamálum, og vóni eg at fáa tín stuðul, soleiðis at ætlanin kann fremjast.

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin