
Fótboltsvøllurin á Mýruni og Træbrúgvadammur
2020-10-30 16:21
Tá vit nólsoyingar í veitslulag syngja «Tjóðsang» okkara Nólsoyarvalsin, og koma til fjórða ørindi «Men tá ið so brimið mót Eiðinum slær, og klívur við sjónum oynna í tvær» hugsa vit nokk ikki altíð hvat hesar linjur siga okkum, men næstan á hvørjum hávetri verða vit ámint um hetta.
Seinasti vetur var
einki undantak, og vøllurin á Mýruni er nú bókstavliga hálveraður. Vøllurin, verður nógv brúktur av nólsoyingum,
og øðrum sum vitjað her.
Vøllurin skal gerast aftur beinanvegin, og eigur at venda eystur og vestur, tað
er gott pláss til tað, og so kanna ein partur av gamla vøllinum sunnanfyri
framhaldandi nýtast til húsbilar og- vognar. Vøllurin vil tá ikki verða eins
útsettur fyri brimi í framtíðini.
Vit kunnu tó ikki
bara venda vøllinum og so hopa at tað ikki verða stór brim aftur. Tað verða tað
heilt sikkurt, nú tá veðurlagsbroytingarnar eru yvir okkum. Tað má gerast
okkurt nú, áðrenn oyggin verður kvett í
tvey. Loftið inn undir Eiði blívur bara djúpari og djúpari, og áðrenn vit kunna
vita av, so er hol ígjøgnum, og kemur hol á har, so verður skaðin stórur.
Tað finst ikki nøkur
løtt og bílig loysn. Ein kann bert gita, um tað er rætt at lata upp aftur
í Hammerstokk og endurskapa Træbrúgvadamm, ella um tað skal gerast ein
stór brimverja av stórum gróti,
ella ser-gjørdum stoyptum steinum.
Tí eigur henda verkætlan at leggjast væl til rættis, áðrenn farið verður í
gongd. Eitt mini-modell eigur at
gerast í einum royndardammi og/ella
ein teldu simulering, fyri at
finna bestu loysnina.
Hvør rætta loysnin
er, er óvist. Tað kemur at kosta, tað kemur at taka tíð. Tí er tað sera
umráðandi at byrjað verður uppá hesa uppgávu, beinanvegin, tá nýggja býráðið tekur við. Her má
ikki drálast, tí so verður uppgávan
bara størri, dýrari. Her má ikki drálast til aftaná, tá stór skaðin er
hendur á fólk og ognir. Besta trygd fyri at ikki verður drálað, er at ein
nólsoyingur er í nýggja býráðnum.
