Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fóru 130 mió. úr Nærabergi til Hollands í 2016?

2021-03-19 15:09

Viðhefta greinin um m.a. hollendska virksemið úr Føroyum, sum er úr einum hollendskum bla ð, er rættiliga litað og einsíðug.

Men har er eitt “hard fact”, sum eg stúrsaði eitt sindur við. Tað verður skrivað um skuldina hjá Nærabergi, og so stendur:

”Part of the debts are being paid to a holding in Norway, which is owned entirely by P&P. In 2016, 18 million euros flowed to Katwijk that way. In the Faroe islands people wonder how that's possible, since Naeraberg hasn't made any profit for years - and that's why it doesn't pay taxes.

Eitt er, at journalisturin er kritiskur í sínum meiningum, men hetta er antin rætt – ella skeivt. Skyldar Næraberg sínum hollendsku minnilutaeigarum so nógv, at teir, umvegis sítt norska dóttirfelag, tóku umleið 130 mió. til Hollands í 2016?

Í september 2017 spurdi útvarpið Hanus Hansen hvussu nógvir pengar fóru úr hansara koncern til Hollands. Svarið endaði næstan sum eitt orðafellið: ”Ikki ein króna”.

Tað, sum Hanus segði, samsvarar við tað, sum komið varð fram til, tá eg sum fólkatingsmaður herfyri lat gera eina kanning av vinningsbýti í Føroyum. Úrslitið vísti, at útlendskir eigarar av føroyskari fiskivinnu snøgt sagt einki vinningsbýti fáa úr sínum virksemi í Føroyum.

Hvørki íslendingar ella hollendingar fáa nakran vinning av sínum íløgum.

Teir fáa ið hvussu er ikki vinningin sum vanligt vinningsbýtið... 

Sí grein her - ella kopiera leinkju fyri at lesa grein:

https://www.reddit.com/r/FaroeIslands/comments/libd9u/a_high_price_to_pay_for_fishing_quota/?utm_medium=android_app&utm_source=share