Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Øssur Patursson (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyskur radari – Sofylgjandi kann hetta lata seg gera

2021-07-23 13:38

Lat meg staðfesta tað við sjey tumma seymi;

Í Føroyum skulu føroyingar ráða, og

tað eru bert vit, sum hava ábyrgdina av hesum landi!

Vit eiga hetta landi, um vit vilja tað ella ei, tískil eru tað bert vit føroyingar, sum kunnu skapa munagóða framgongd í Føroyum.

Og til tess at gera hetta, tørvar okkum; áræði, styrki og framsýntar ætlanir!

Byrðan liggur á okkum; at taka ábyrgd og byggja Føroya land.

Vilja vit verða tikin í álvara sum land og tjóð, mugu vit byrja at taka okkum sjálvi í álvari. Vit eru fullveldisríki, áðrenn vit fáa tað formella heiti sum Lýðveldi Føroyar. Fullveldi og føroyskur sjálvsavgerðarrættur byrjar við, at vit síggja okkum sjálvi sum fullveldisríki, og at vit at føra okkum fram sum fullveldistjóð.

Ongin kemur at geva okkum nakað her í verðini, bert við at taka okkum sjálvi í álvara og taka ábyrgd, kunnu vit seta okkara dám á, hvussu framtíðin skal síggja út her í Føroyum.

Hendan kravgongan snýr seg tískil um tvey sera umráðandi mál:

  1. At, Føroya Løgting eigur allar týðandi avgerðir viðvíkjandi Føroya Landi.
  2. At, føroyingar sjálvandi kunnu eiga og reka ein radara, sum skal brúkast til sivilt eftirlit.

Tískil verður tað við hesari kravgonguni staðfest, at:

  1. At, føroyskur politikkur verður stýrdur í Føroyum
  2. At, avgerðarrætturin er hjá Føroya Fólki
  3. At, Føroya Løgting eigur allar týðandi avgerðir her á Føroya Landi.

Vit eiga avgerðina um, at bert vit eiga og reka ein sivilan eftirlitsradara í Føroyum.

Sigast skal, at um vit føroyingar eiga og reka radaran, so kunnu vit eisini ávirka politisku avgerðirnar, um at vit skulu hava betri handilssømdir við Vesturheimin.

Støðan er tann, at ES kemur ikki at geva okkum betri handilssømdir, tí sum fleiri løgtingslimir hava verið inni á, so hava vit ikki nakað meira at geva ES, fyri at fáa betri handilssømdir, tí vit hava givið ES alt, sum gevast kann. Nú hava vit høvi at gera okkum galdandi, og latum okkum brúka tað høvi.

Støðan er eisini tann, at um vit føroyingar eiga og reka radaran, so koma vit eisini varðveita okkara handilsviðurskifti við Russland.

Eitt er 100% sikkurt, og tað er, at kemur radarin fyrst upp at standa, so kunnu vit vinka farvæl til yvirhøvur at fáa nakrar avtalur í lag, um nakað sum helst.

Tá er alt for seint, mjólkin er langtsíðani súrnað.

Vit fáa onga virðing, um vit bara leggja okkum fløt niður, bíða til radarin er komin upp at koyra, og síðani bidda um at fáa nakrar molar afturfyri, tí at onkur onkrastaðni einaferð lovaði okkurt um okkurt.

Tískil ber tað væl til at hava ein føroyskan radara, har Vørn er rætti eftirlitsmyndugleiki, við møguligum samstarvi við Føroya Tele, viðvíkjandi tekniska partinum av radaranum.

Hetta ber væl til, og hetta duga føroyingar sera væl at finna útav.

Nógvir innantómir flosklar um radaran
Nógv hevur verið skriva og sagt um hendan eftirlitsradaran.

Til dømis hevur danski verjumálaráðharrin hevur verið úti og sagt, at radarin ikki verður føroyskur, men NATO-góðkendur.

Ein NATO-góðkendur radari, er ongi minni enn ein retorisk snilda, sum merkir, at ræðisrætturin er hjá dønum, meðan fyrisitingin av loftrúminum er hjá íslendingum;

Føroyingar hava við hetta lag onki at skula sagt.

Um ein vælsaktans góðtekur hesa tankagongdina. Tað geri eg ikki!

Tað er ein innantómur floskul, at brúka hugtakið NATO-góðkendur.

Altso ein radari er ein radari. Hann eygleiðir loftrúmið. Tað er tað ein radari ger. Hvørki meira ella minni.

Tískil eru hesar retorisku snildurnar humbukk!

Radarin skal verða føroyskur, brúktur til sivilt eftirlit, men møguligt eisini at samstarva við NATO um. Við hetta lag hava vit ávirkan á, hvat hendir her í landinum.

Nógv flogferðsla
Um radarin verður settur upp ella ikki, broytir ikki uppá tað fakta, at har er nógv flogferðsla í okkara loftrúmið. Allir pengarnir frá hesari flogferðsluni enda aldrin hjá føroyska landskassanum, tí vit enn ikki hava yvirtikið loftrúmið.

Ein av fortreytunum fyri, at radarin er og verður føroyskur er, at vit yvirtaka loftrúmið. Hetta er ein stór fortreyt fyri, at vit kunnu brúka radaran til fulnar.

At yvirtaka loftrúmið ber saktans til, tí at sum støðan er í dag, so er ræðisrætturin hjá dønum, meðan loftrúmið verður fyrisitið av íslendingum. Har er onki til hindurs fyri, at tá vit yvirtaka loftrúmið, at vit gera eina avtalu við íslendingar um, at teir fyribils umsita øki, til vit endiliga bæði umsita og ráða yvir loftrúminum.

Ætlanir um at avbyrgja Sornfelli við píkatráði – hetta hendir, um vit ikki eiga og reka radaran
Tosað hevur verið gjøgnum óoffisiellar keldur, at ætlanir eru í umbúna, at Sornfelli verður sperrað av við píkatráði. Ongin inn, ongin út.

Aftaná at Sornfelli er avbyrgt, verður nýggi radarin settur upp.

Vit hetta lag missa vit ikki bara ein part av føroyskum sjálvsavgerðarrætti, men vit missa eisini ein part av Føroyum. Hetta skulu og mugu vit ikki lata okkum lynda.

Sannleikin er tann, at amerikumenn trýsta nógv á at fáa radaran upp at koyra á Sornfelli.

Sannleikin er eisini tann, at skal Danmark enn verða ein umráðandi partur í NATO, so mugu teir koyra radaran upp. Kosta, hvat tað kosta vil. Teir ætla at koyra radaran upp við píkatráði, um mótstøðan ímóti radaranum úr Føroyum gert alt ov hørð.

Vit hava sum so ikki brúk fyri radaranum, men her er nógvar inntøkur at heinta, at vit umsita radaran og loftrúmið sjálvi, og tískil er tað bert natúrligt,

  • at vit eiga og reka radaran sjálvi, soleiðis at vit enn hava ræði á føroyskum landøki (Sornfelli);
  • at tann føroyski sjálvsavgerðarrætturin verður vardur;
  • at vit eisini verja føroyska útflutningsvinnuna og føroysk arbeiðspláss,
  • og harvið varðveita handilsviðurskiftini við Russland.

Eitt annað er 200% sikkurt. Radarin kemur. Spurningurin er bara, um tað verður við ella uttan píkatráði.

Radarin er okkara - Soleiðis fíggja vit radaran
Næsti spurningur er so; hvussu fíggja vit radaran?

Jú, tað gera vit á hendan hátt.

Sambært teimum, sum hava sera gott skil á loftradarum, so hevði stovningarútreiðslurnar til radaran verið umleið 30-40 millionir. Harafturat kemur rakstur. Varliga mett verður raksturin umleið 30 millionir.

Alt í alt kostar radarin okkum einar 60-70 millionir.

Radarin verður fíggjaður við lán frá landinum, landsbankanum, og øðrum pørtum (sum hava áhuga at hava radaran á Sornfelli).

Lánið sjálvt verður fíggjað við, at vit selja upplýsingarnar frá radaranum til Ísland, Stórabretland og Isavia (Isavia er felagið, sum tekur sær av øllum flogupplýsingum í Íslandi).

Harafturat kunnu hølini á Sornfelli verða leigaði til Nato móti gjaldi, um brúk verður fyri tí.

Tey, sum hava sera nógv skil á loftrúmi og radarum, siga eisini, at tað er misinformation, tá sagt verður, at radarin kemur at kosta 400 millionir krónur.

Tann veruligi kostnaðurin á radaranum liggur sikkurt á umleið eini 60-70 millionir.

Hetta kunnu vit avgjørt fíggja sjálvi.

Meira pengar at heinta, um vit yvirtaka loftrúmið
Um vit yvirtaka loftrúmið, so verður tað mett, at tað eru umleið 100 milliónir at heinta hvørt ár.

Hesar inntøkur kunnu brúkast til nógv. At vit skerja blokkin við 100 milliónum hvørt ár, soleiðis at blokkurin er vekk á umleið 4-6 árum.

Aftaná, at blokkurin er vekk, kunnu pengarnir brúkast til at fíggja eina føroyska veðurstovu. Ella onnur átroðkandi mál sum heilsuverkið og fyribyrgjandi arbeiði innan heilsu.

Harafturat kunnu pengarnir brúkast til at reka vita- og navigationstænastu í Føroyum, til umsitingarligan rakstur av føroyska loftrúminum, og til gransking fyri tryggari og grønari flogvinnu.

Á hendan hátt fáa vit fleiri vitannartung arbeiðspláss her í Føroyum.

Leggjast skal afturat, at sambært óheftum keldum, so vóru umleið 92.000 flogfør í heusm loftrúminum í 2020. Í 2019 var flogferðslan í hesum loftrúminum langt omanfyri 200.000 flogfør.

Ja, tú hoyrdi hasi tølini fullkomiliga rætt.

Vit kunnu fáa stórar inntøkur, við at vit eiga og reka radaran sjálvi, umframt at vit yvirtaka loftrúmið.

Við at broyta hugburð – verða avbjóðingar til møguleikar!
Alt hetta ljóðar gott á pappírinum, men hvussu er við hugburðinum?

Latum okkum kanna okkara hugburð mótvegis fullveldi. Alt for nógv halda hetta verða ómøguligt.

For nógv halda hetta er óveruligt.

Men hetta er ein vandamikil sannføring, sum er fylt við veiklyndi.

Hetta førir okkum til ta niðurstøðu, at undirbrotligheitin er óumberlig, at vit sum føroyingar ikki standa til at bjarga, og at vit eru fangaði av onkrum mátti ella megi, sum vit ikki hava tamarhald á.

MEN, og tað er eisini eitt stórt MEN, okkum tørvar ikki at góðtaka hendan hugburðin!

Vit avgerða sjálvi, hvør hugburður okkara er!

Okkara trupulleikar og avbjóðingar eru skaptar av menniskjum, og kunnu tískil eisini loysast av menniskjum!

Ongin trupulleiki ella avbjóðing, sum menniskjan sjálv er atvoldin til, og sum er partur av lagnu menniskjunnar, er størri enn menniskjan sjálv!

Við viti og skili og dirvi, hava vit føroyingar ofta loyst trupulleikar, sum hava verið hildnir at verið óloysiligir – vit hava megna avbjóðingina - og endurtekur hetta tankamynstrið seg til tíðir umaftur og umaftur.

Føroya søga vísir okkum, at øll framgongd í Føroyum er komin, tí at føroyingar hava vilja tikið ábyrgd av egnum landi. Hetta merkir eisini, at tá vit taka ábyrgd av egnum landi, so skapar tað framgongd. Bæði fyri okkum sjálvi, og komandi ættarliðum.

Eitt mál, ið sigur, at vit eiga avgerðina, er eitt mál, sum eisini í roynd og veru kann náast.

Hetta málið er millum annað, at føroyskur politikkur verður stýrdur í Føroyum, at vit millum annað hava ein føroyskan sivilan eftirlitsradara, sum føroyingar stýra, og sum Føroya Løgting veitir fígging til.

Hetta mál er ikki grundað á nakra kollvelting, men er ein áhaldandi menning í stovnanini av føroyska fullveldinum, og okkara sjálvsmenning sum Fullveldisríki.

Hendan menning er grundað á eina røð av gerðum og semjum, sum øll hava áhugamálini hjá Føroyum í sínum miðdepli.

Tað er ongin einstøk, einfald loysn, ella magiskur formul, til støðuga og áhaldandi menning av landinum, men heldur er tað ein samandráttur av fleiri gerðum, ið bera við sær menning og framgongd.

Hesin vegur má altíð verða dynamiskur, ikki statiskur, skiftandi at møta øllum avbjóðingum, sum hvørt ættarlið møtir.

Ábyrgd og fullveldi er ein tilgongd – ein háttur at loysa nýggjar avbjóðingar.

Latum okkum tískil taka ábyrgd av egnum landi, og skapa framgongd!

Bert vit eiga avgerðina, ongin annar!

Við tjóðarskaparkvøðu
Øssur Patursson