Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroyskt í Microsoft Translator – eitt tjóðskaparligt frambrot

2022-06-03 08:28

Antin er okkara mál við, har hini málini eru – ella fánar tað burtur og doyr. Tí er tað ikki bara gott, at Microsoft hevur tikið føroyskt til sín. Tað er neyðugt.

Sjúrður Skaale

Fyri einum góðum ári síðani spurdi Jonhard Mikkelsen, um eg kundi fáa í lag samband við altjóða KT-risarnar. Endamálið var at kveikja teirra áhuga fyri at fáa føroyskt inn í tey stóru umsetingar-forritini.

Tá hevði ein bólkur av fólki longu umsett 200.000 setningar at fóðra forritini við, eins og føroysk teldufólk undir leiðslu av Jógvani Andersen, høvdu sett tilfarið upp á rættan hátt.

Takið var at fáa KT-risarnar áhugaðar. Føroyskt verður jú aldrin nøkur forrætning hjá teimum, so hví skulu teir seta tíð og orku av til tað?

Tað eydnaðist kortini til endans at fáa bæði Google og Microsoft áhugað, og eftir nógv og drúgt samskifti er føroyski báturin nú flotaður hjá einum av risunum.

Tann, sum tekur niður appina “Microsoft Translator” finnur nú føroyskt millum hini málini. Tað er í sjálvum sær ótrúliga stuttligt. Sjálvur fór eg at hugsa um eina linju í flaggsanginum, tá eg sá tað: “Har ið merkini veittra veittri eisini mítt.”

Tann, sum síðani roynir appina, sær, at hon smidliga umsetir vanligar setningar millum føroyskt og eitt ótal av øðrum málum. Hann sær eisini, at hetta als ikki er nóg gott enn. Fløkja er í heitum og sernøvnum, og alt ov nógv verður skeivt umsett. Viðhvørt er tað tað reina volapykk.

Men soleiðis hevur verið við øllum málunum. Tá skrokkurin er liðugur verður skipið flotað – og síðani verður tað gjørt liðugt. Forritið hjá Microsoft fer komandi tíðina at fáa nógv meiri føroysk tilfar, og tá árið er úti verða umsetingarnar væntandi væl neyvari.

Avgerandi frambrot

At føroyskt verður eitt av málunum í teimum stóru forritunum er ikki bara hent og praktiskt – tað er púra avgerandi fyri, at okkara máli skal vera lív lagað í longdini.

Aðrastaðni verða umsetingar av øllum vanligum teksti gjørdar við hesum forritunum, og síðani snøggaðar. Í Føroyum má alt gerast “við hond”, so at siga. Tað er tungt, tekur drúgva tíð - og tað er í mongum førum freistandi bara at nýta enskt ella danskt, tá nú øll duga tey málini kortini.

Tað, vit síggja á netinum, er ofta enskt ella danskar maskinumsetingar úr enskum ella øðrum málum. Til dømis fylgja nógvar milliónir kring heimin við í tí, sum Zelinsky, forseti, skrivar á sosialu miðlunum. Hann skrivar á ukrainskum, og tað verður maskin-umsett soleiðis, at hann tosar við øll á teirra móðurmáli. Men við føroyingar tosar hann danskt. Og soleiðis er tað við øllum. Vit fáa hesa keðiligu kensluna av, at vit ikki ordiliga eru við. Tað er bara tá vit samskifta hvør við annan, at vit lesa og skriva okkara egna mál.

Tað er á netinum, at tey ungu ferðast. Lesa tey ikki føroyskt har, og kunnu tey ikki nýta føroyskt har – ja, so nýta tey enskt ella danskt. Tey nýta ikki sítt egna mál, men verða frammandagjørd mótvegis tí. Og eitt mál, sum børnini og tey ungu ikki nýta og ikki “kenna seg heima í”, minkar og minkar – til tað doyr.

At málið kann “røra hjartastreingir” er gott. Tjóðskaparligur eldhugi er góður. Kærleiki til móðurmálið er góður.

Men tað hjálpir alt einki, um málið ikki er tøkt har, sum fólkini eru. Verður tað ikki brúkt sum høvuðsamboð í dagliga samskiftinum, fer tað sum frá líður at kennast fremmant.

Flóttafólk

Nógv hava farnu tíðina samskift við flóttafólk úr Ukraina, sum ikki duga enskt. Tað fer soleiðis fram: Tey tendra eina app á telefonini, skriva ella tosa á ukrainskum, og síðani umsetir telefonin tekstin til enskt. So svarar føroyingurin aftur á enskum – og telefonin umsetir til ukrainskt.

Soleiðis læra ukrainarnir eitt nýtt mál – enskt. Við tí koma teir langt. Men tað er altso í Føroyum, teir eru. Ímyndið tykkum, at tað var føroyskt, teir lærdu sum tað fyrsta! Hvussu nógv skjótari og betri hevði integratiónin ikki gingið tá? Hvussu nógv stuttligari hevði tað ikki verið? Hvussu kul hevði tað ikki verið at kunnað brúkt føroyskt í staðin fyri enskt?

So kul er faktiskt líka við at blíva við Microsoft Translator! Eg havi roynt tað. Og hóast appin framvegis ger alt ov nógvar feilir, so er tað ótrúliga stuttligt at ferðast beinleiðis millum ukrainskt og føroyskt – og kunna leypa enskt um. Ein kennir seg ... ja, ein kennir seg meira heima, so at siga.

Njósning

At føroyskt nú er vorðið partur av Microsoft Translate – og vónandi skjótt eisini Google Translate – er púra avgerandi fyri framtíðina hjá málinum. Minst líka avgerandi, sum tað var, tá vit fóru frá at nýta danskar orðabøkur til at nýta føroyskar.

Tí maskin-umsetingarnar fara, um rætt verður atborið, at verða nýttar allastaðni. Hvønn dag. Føroyskt kann við hesum endurvinna eitt pláss í gerandisdegnum, sum tað nú hevur mist.

Alternativið er, at vit blíva við at missa. At vit enda sum ein ísflaki, sum rekur suðureftir, og bara minkar og minkar. Hann er longu minkaður so nógv, at nógv børn og ung kenna seg betur heima í enskum enn í føroyskum.

Kortini eru røddir, sum mala frá, at vit fara henda vegin. Sum ávarða um, at maskinumsetingar kunna verða misnýttar. At tað við hesum verður lættari at halda eyga við føroyingum. At fregnast um hvat vit siga og halda. At njósnast, so at siga. (Mann kundi eisini sagt, at tað verður lættari at hava áhuga fyri føroyingum...).

Alt – alt í verðini – sum er gott, eisini kann misnýtast til nakað ilt. Men um vit av ótta fyri tí lata vera við at gera tað góða, so lata vit tey stýra okkum, sum vilja tað illa.

At fáa føroyskt inn í Microsoft – og Google – er gott. Og tað er ikki bara gott, tað er eisini neyðugt. Tí skal málið yvirliva, má tað nýtast so nógv og so nógvastaðni sum gjørligt.

Eitt mál, sum verður krógvað burtur, doyr. So latið okkum nú fáa føroyskt ordiliga fram á altjóða pallin, har hini málini eru! Út í vindin! Út í lívið!