Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Føroyskir prestar og prædikumenn skulu ikki í bás við islamistiskum imamum

2020-10-24 10:55

Eg havi í dag sett Joy Mogensen, kirkjumálaráðharra, henda spurning:

Hvad er ministerens holdning til, at færøsk i det hidtil oplyste ikke er undtaget i "Lov om prædikener på andre sprog end dansk" fra regeringens lovprogram, som har til hensigt "at skabe større åbenhed om religiøse forkynderes prædikener i Danmark"?

Grundgevingin er, at stjórnin hevur fráboðað, at hon fer at leggja fram eitt uppskot um, at prædikur, sum verða hildnar á øðrum máli enn donskum, skulu umsetast til danskt. Endamálið er at herða eftirlitið við teimum muslimsku imamum, sum í ávísum førum beinleiðis ella óbeinleiðis hava eggjað til yvirgang. At nakar føroyskur prestur ella prædikumaður skuldi funnið uppá slíkt er óhugsandi, og eg vænti eisini, at føroyskt verður undantikið hesi reglu. Men í tí, sum higartil er langt fram, eru tær talur og prædikur, sum verða hildnar í teimum ikki so fáu føroysku kirkjunum og samkomunum í Danmark, ikki undantiknar. 

Hetta hevur skapt iva og gitingar bæði í Danmark og Føroyum. Tí verður spurningurin settur. Eg eri rættiliga ivasamur um hetta fráboðaða lógaruppskot sum heild, tí tað kann tykjast sum eitt ódámligt inntriv í talu- og trúarfrælsið. Men eg skilji eisini ta truplu støðu, sum danskir myndugleikar standa í. Tí hóast allar flestu imamar ikki siga slíkt, so hava kortini verið dømi um víðgongdar, fundamentalistiskar imamar, ið hava radikaliserað ung fólk á ein vandamiklan hátt. Tí virði eg rættin hjá myndugleikunum at taka hetta stig. 

Men Javnaðarflokkurin kann ikki á nakran hátt góðtaka, at tað virksemi, sum fer fram á føroyskum í til dømis Hans Egede Kirke og Kristnastovu í Keypmannahavn, í Malta í Hirtshals og manga aðrastaðni, skal koma undir hesa skipan.