Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Føroyar 2.0?

2021-11-08 13:05

Flestu okkara munnu vera samd um, at í Føroyum býr eitt ótrúliga sterkt, virkisfýsið og dugnaligt fólk.

Vit síggja tað millum annað í vinnulívinum, har Bakkafrost hevur ment seg til at hava eitt virði á 44.523 milliónir norskar krónur á partabrævamarknaðinum.

Vit síggja tað eisini í ítrótti, list og øðrum, har føroyingar javnan gera seg galdandi uttanlands, seinast tá ið songkvinnan Eivør Pálsdóttir vann tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins.

Tí er tað páfallandi og ørkymlandi at síggja, hvussu merkiliga óambitiøs og atgerðarleys okkara politiska skipan tykist vera.

Arbeitt hevur verið í áratíggju við so relativt banalum málum, sum at gera eina stýrisskipanarlóg og at avgreiða gongd í haga, uttan at tað hevur givið nakað úrslit, og politiska skipanin hevur eisini togtogast um fiskatilfeingið, sum er grundarlagið undir okkara høvuðsvinnu, longri enn nakar kann minnast.

Eg havi ein illgruna um, at ein av orsøkunum, til at tað gongur so seint, er, at vit hava tað so gott í ríkisfelagskapinum, at trýstið líkasum ikki er har, til at sparka okkum í afturpartin til tess at røkka hæddunum í samfelagsviðurskiftunum.

Og hvussu skal skilið so vera, tá ið veruligir trupulleikar fara at stinga seg upp, sum krevja resolutta handling?

Í vinnulívinum verður ofta tikið til, at ein noyðist at hava ein brennandi platform, fyri at fáa broytingar framdar. “It is not enough to survive; you must be worthy of survival”.

Sum borgari, veljari og pápi vil eg hervið eftirlýsa politikarar, sum hava fleiri visiónir. Tað kundi eitt nú verið, at gjørt Føroyar til eitt land, har allir borgarar hava okkurt at búgva í, atgongd til ein fastan kommunulækna, og at øll hava somu rættindi at liva og virka í samfelagnum.

Um vit ikki longu eru tað, so eru vit ið hvussu so er væl á veg til at gerast eitt av heimsins ríkastu samfeløgum. Vit hava eitt vælútbúgvið og homogent fólk og ongar stórar trupulleikar at dragast við, sum mong onnur lond. So statt eru allar fyritreytir til staðar og eingin umbering.

Avbjóðingarnar, sum standa fyri framman, eru fleiri, eitt nú at aldurspyramidan breiðkast skjótt í teimum eldru aldursbólkunum og bústaðartrotið, men tað er serliga grøna orkuskiftið, sum liggur mær á sinni at umrøða her.

Flest allir granskarar hava leingi verið samdir um, at illa stendur til og líka síðan Brundtlandrapportin  kom út í 1987, (sum bygdi á “The limits to growth” frá 1972) , hava heimsins leiðarar roynt at arbeitt fyri at loysa málið gjøgnum felags arbeiði í m.a. ST.

Tað eru bara lobbyistarnir hjá oljufeløgunum og tey allar tornæmastu, sum enn ikki hava varnast vandan.

Søgan um grøna orkuskiftið er ein sólskinsøga og ikki ein sorgarleikur. Vit innflyta olju fyri eina milliard um árið. Um vit velja at taka avbjóðingina á okkum, so kundi peningur ístaðin verið brúktur til menning, arbeiðspláss og at uppraðfesta tøknuligar útbúgvingar sum verkfrøði, orkuráðgevar, smiðir, rørleggjarar, elektrikarar, teldufrøðingar o.s.fr.

Vegurin til at fremja orkuskiftið liggur rættiliga fastur við tí vitanini, vit hava í dag. Vit skulu elektrifisera alt sum til ber, og síðan leggja forbrúkið um til grønar skipanir, eitt nú elakfør, jarðhita o.s.fr.

Samstundis má orkan fáast til vega við vindmyllum, sólorku, sjóvarfallsorku, pumpuskipanum og møgulliga einum kaðali til Íslands. Tøknin mennist alla tíðina, og seinni fer eitt nú skipaflotin at kunna skifta yvir til grønari loysnir, har hydrogen verður framleitt við elorku og síðan bundið í hóskandi hydrogensambond.

Orkuskiftið fer at skapa ótaldar møguleikar fyri at gera íløgur, menna fyritøkur, skapa arbeiðspláss o.s.fr. Alt hetta fer at henda undir øllum umstøðum, og tað er nógv betri, um vit eru framman fyri gongdina og sostatt kunna heysta fyrimunirnar skjótari. Steinøldin endaði jú ikki, tí eingir steinar vóru eftir.

Vit kunnu byrja beinanvegin at heinta tær lágt hangandi fruktirnar. Til dømis er landstreymur til skip ein íløga, sum næstan hevði goldið seg sjálva. Men vit noyðast eisini at taka lógvatak og fremja loysnir, sum røkka longri enn bara eina samgongu og eitt valskeið fram.

Ein visionerur høgravendur politikari, sum mong kenna, var Margaret Thatcher. Tá ið hon ráddi fyri borgum, doyðu skógirnir í Europa av sýruregni, sum kom frá koli við nógvum svávuli í. Kolanámini í Onglandi bóru seg heldur ikki, og stóð Maggi á odda fyri at steingja tey.

Hetta førdi til mikla sosiala órógv í pørtum av Onglandi og var tað henda avgerð, sum gav henni eyknevnið “The Iron Lady”. Hon var ein forkempari fyri at verja náttúruna, og helt eina kenda røðu um tað á ST høvuðsborgini í 1989 3 . Nú, stívliga 30 ár seinni, man neyvan nakar halda, at avgerð hennara var skeiv.

Ein annar kendur visionerur politikari var John F. Kenndy. Hann helt sína kendu røðu í sjálvum høvuðsbýnum fyri oljuvinnuna í USA, Houston, í 1962 4 , har hann segði, at USA sama tíggjuárskeið skuldi seta ein mann á mánan. Ikki tí at tað var lætt, men tí at tað var torført.

Soleiðis er eisini við grøna orkuskiftinum. Tað verður ikki lætt og fer at krevja hart arbeiði. Og vit noyðast at brúka okkara vit og skil. Men vit fara at koma styrkt út aftur hinumegin. Og tá fara øll at taka undir við gongdini.

Gævi, at vit í Føroyum hava slíkar menn og kvinnur, við áræði, dirvi og visiónum.

Jóan Pauli Jespersen,
maskinmeistari.