
Føroya Væl klárt við valskránni til kommunuvalið 2020
2020-10-24 10:54
Kommunalpolitikkur -
Føroya Væl klárt við valskránni til kommunuvalið 2020
- framløga á tíðindafundi í Tórshavn, á Hotel Brandan, mánamorgunin 26. oktober, kl. 10
Føroya Væl, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, er klárt at leggja fram alment valskránna til kommunuvalið 2020 í Tórshavn.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi á Hotel Brandan, mánamorgunin 26. oktober, kl. 10.00-11.00 .
Tað verður býráðslimur og valevnið, Annfinn Brekkstein, sum fer at leggja fram valskránna, umframt at høvið verður at seta spurningar.
Føroya Væl
RN