Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fólkaheilsa og fólkaræðislig heilsa

2022-01-11 08:10

Fólkaræði – demokrati – er avgerðandi fyri fólkaheilsuna í einum landi.

Á sama hátt, sum vit brúka fólkaræðið at viðgera fólkaheilsuna mugu vit eisini tora at viðgera, um fólkaheilsan kann køva fólkaræðið.

Koronustøðan hevur ikki bara lagt trýst á fólkaheilsuna, men eisini á fólkaræðið. Fólk sleppa ikki at savnast, tiltøk verða avlýst, persónliga frælsið verður avmarkað, koronupass verður kravt av summum, men ikki av øðrum, Løgtingið verður avmarkað, landsstýrið og/ella embætisfólk taka álvarsligar avgerðir uttan um Løgtingið.

Nógvir spurningar eru at viðgera, men tað tykist, sum miðlar, løgfrøðingar, samfelagsfrøðingar, politikarar og onnur ikki tora at viðgera hesar spurningar.

Vit síggja, at læknar eru dúgliga úti og verja fólkaheilsuna – og tað er gott. Men samstundis tykist tað, sum at øll, ið skulu verja fólkaræðið halda seg aftur.

Vit mugu tora og duga at skifta orð um fólkaræðið, hóast vit eru í einari veikari støðu, sum við koronu.

Tað merkir ikki neyðturviliga, at vit finnast at teimum, ið taka avgerðir - hinvegin merkir tað, at vit verja fólkaræðið samstundis, sum vit taka atlit til fólkaheilsuna.

Tí fólkaheilsa og fólkaræðislig heilsa ganga hond í hond.

Beinta Løwe
løgtingskvinna