Fólkaflokkurin forðar bústaðarloysn

2020-10-29 09:08

Fólkaflokkurin forðar bústaðarloysn

Hví kemur málið um fíggjarheimild til Bústaðir ikki úr landsstýrinum? Torir Fólkaflokkurin ikki at leggja málið fyri løgtingið undan kommunuvalinum? Hetta eru viðkomandi spurningar, nú vit dagliga síggja trot á bústøðum í høvuðsstaðarøkinum, men onga loysn frá landsins síðu.

Ein góður bústaður er eitt grundleggjandi samfelagsmál og ein týðandi partur í vælferðarpolitikkinum, og tí er bústaðurin eitt hjartamál hjá Javnaðarflokkinum. Okkara mál er, at øll skulu hava ein góðan bústað, sum bæði kann vera sethús, leiguíbúð, lutaíbúð, eigaraíbúð, eldraíbúð ella ein ungdómsíbúð.

Fyri at skapa ein meira fjøltáttaðan bústaðamarknað, hava vit lagt dent á politiska arbeiðið at útvega leiguíbúðir, sum støk, stakir uppihaldarar, eldri fólk, ung og vanligar familjur hava ráð til at búgva í. Tí vóru vit eisini við til at broyta lógina um Húsalánsgrunnin, so hann bæði kundi byggja, eiga og reka leiguíbúðir. Seinni hava vit arbeitt fyri at geva Bústøðum heimild at fáa fígging at byggja fleiri leigu- og lutaíbúðir fyri.

Drálar við fígging

Hóast tað skjótt eru liðin tvey ár, síðani táverandi landstýrið legði fram uppskot um ein bústaðapakka, er málið ikki loyst enn. Í meira enn eitt ár hevur Fólkaflokkurin seinkað ætlanini, so Bústaðir kunnu fáa eina fíggingarheimild at byggja fleiri íbúðir fyri til vanliga føroyingin – til eldru landsmenn okkara eins væl og ung í útbúgving.

Meðan vit vilja loysa tað stóra íbúðatrotið, seinkar Fólkaflokkurin málinum at loysa íbúðatrotið.

Hóast meira enn eitt hálvt ár er liðið, síðani ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur læt landsstýriskvinnuni sína frágreiðing um bústaðarviðurskifti, er málið um fígging enn ikki lagt fyri tingið. Tey flestu í politisku skipanini eru greið yvir, at talan er um drál.

Tað einasta, sum er komið frá landsstýriskvinnuni, er at nú skulu Bústaðir taka sær vinning ella hava eitt fíggjarligt avkast, tá ið leiguíbúðir verða bygdar í høvuðsstaðnum og øðrum plássum, sum eru væl fyri fíggjarliga, og har tað loysir seg hjá privatum íleggjarum at byggja leiguíbúðir.

Hesum taka vit slett ikki undir við. Eg vil sláa fast við sjeytummaseymi, at um vit skulu hava ein almannagagnligan bústaðarpolitikk, sum vit sjálvandi skulu hava, skulu profitt-endamál ikki stýra bústaðapolitikkinum. Leigarar í Havnini skulu ikki gjalda meira, enn leigarar gera aðrastaðni.

Kanska er henda ætlan hjá Fólkaflokkinum, at leigarar í Havn skulu gjalda meira í leigu frá Bústøðum, orsøkin til, at uppskotið hjá landsstýriskvinuni ikki verður lagt fyri løgtingið? Hann spyr, sum ikki veit – og einki fæst at vita.

Allarhelst torir Fólkaflokkurin ikki at leggja málið fyri tingið undan kommunuvalinum, tí stúrt verður fyri, at tað fer at ávirka valúrslitið. Løgið, at vit einki hoyra frá Fólkaflokkinum í Havn um ætlanina hjá landsstýriskvinnuni at seta borgarar í Havnini verri fyri, enn borgarar aðrastaðni.

Íbúðartrotið er nú so stórt, at hetta beinleiðis er ein samfelagstrupulleiki. Tí hava vit sett málið sum eitt tað fremsta at loysa, tá ið vit aftur koma í meirilutan í býráðnum í Havnini. Vit vilja fjøltátta bústaðamarknaðin við leigu- og lutaíbúðum, eldra- og lestraríbúðum, við eigaraíbúðum og fleiri vanligum grundstykkjum.

Vit slóðaðu fyri Finsen til ung í útbúgving og vit eru sinnað at fremja líknandi loysnir, ið fyrst og fremst skulu gagna teimum, ið hava so stóran tørv á einum bústaði.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin