Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Flytir Birgir úr býnum?

2022-09-02 14:53

Eg veit ikki rættiliga, um Birgir Kruse nú hevur sæð so nógvar filmar, ella hevur verið so leingi burtur, at hann hevur livað seg inn í eitt fremmant paralellunivers. Hann tykist í øllum førum fjart frá Havnini og sýnist hvørki vita, hvat hendir í býnum, ella at skilja gerandisligar samanhangir. Ella hann kanska er ávegis til Runavíkar.

Høvuðsstaðurin fær í viðmerking á sosialu miðlunum botnkarakter fyri ongan mentanarpolitikk at hava og er á aftasta plássi í mentanardivisjónini.

Tórshavnar kommuna stjelur pengar frá Norðurlandahúsinum og setir onki av til Tjóðleikhúsið, sigur Birgir. Veruleikin er, at kommunan sum so onki hevur við almenna Norðurlandahúsið at gera – tó hava vit júst brúkt miljónir uppá vegakervið við Norðurlandahúsið - og tað almenna eigur eisini Tjóðleikhúsið, hóast kommunan øll árini hevur stuðlað og givið Tjóðpallinum innivist.

Og vit fáa eisini skuldina fyri at KOKS er farið av landinum – hóast kommunan alla tíðina hevur stuðlað KOKS við ætlanunum í Fossdalsgjógv. Her er fullkomiliga skotið við síðuna av.

Høvuðsorsøkin til rørilsið hjá Birgiri er, at Runavíkar kommuna ætlar at seta eitt (les: eitt) fólk at samskipa mentanartiltøk. “Tað hava vit sanniliga ikki í Havn”, sigur Birgir.

Tað er soleiðis, at í Havn hava vit ein trivnaðarstjóra og eina mentamáladeild við fleiri starvsfólkum. Vit hava stovnar sum Reinsaríið, Perluna, Smiðjuna, Finsen við aulu, listaverkstøðum og sangstovu, Ostahúsið og Múllers Pakkhús – bara hesin parturin av mentanarøkinum hevur millum 5 og 600 tiltøk um árið, har ørgrynna av góðum starvsfólkum í kommununi hava samskipað.

Vit hava Musikkskúlan, Kvøldskúlan og VisitTórshavn, sum samskipar hóp av tiltøkum í miðbýnum. Vit stuðla Sjósavninum. Kommunan eigur næststørsta listasavn í landinum við regluligum framsýningum. Einar 40 árligar framsýningar bara í Smiðjuni. Vit hava ráðgeva og samskipara í umsitingini.

Vit hýsa øllum kórunum og hópin av konsertum og fyrilestrum. Sjálvt almenna Listasavnið fær árligan stuðul frá kommununi. Vit stuðla og hýsa Symfoniorkestrinum. Vit hava venjingarhøli til tónleikabólkarnar. Vit seta nógv av til mentan, mentanarvirðislønir og listainnkeyp.

Hevði Birgir verið yngri hevði eg illtonkt hann fyri at ætla at søkja starvið í Runavíkar kommunu. So kundi eg í sama viðfangi fortalt honum, at Tobbi ikki er móttakiligur fyri smikri. Og at støðan í Runavík ikki verður betri av, at Birgir spillir Havnina út. Størri virksemi í Runavík skuldi helst ført til størri samstarv við Havnina, tí njóta vit øll bara væl av.

Tað kann væl vera, at vit í Tórshavnar kommunu eiga at orða ein nýggjan mentanarpolitikk. Men tað harmar meg serliga, at tað ótrúliga stóra arbeiði, sum eitt nú verður gjørt í mentanargøtu okkara Tórsgøtu og mentanarstovnunum annars, verður so lítisvirt og niðurgjørt. Tað hava hesi ikki uppiborið. Og eg kann als ikki ímynda mær, at starvsfólk í hesum umhvørvinum eru samd við Birgir.

Tey gomlu plagdu at siga, at tað er ringur fuglur, sum drýtur í egið reiður.

Heðin Mortensen
borgarstjóri