Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fleiri spælipláss í Tórshavnar Kommunu !

2020-10-21 18:52

Fleiri spælipláss í Tórshavnar kommunu !

Tórshavnar kommuna hevur fleiri góð spælipláss, men vit mugu ásanna at vit kunnu gott hava fleiri spælipláss afturat í kommununi.
Grasagarður er eitt fantastiskt spælipláss sum liggur mitt í býnum. Men har eru ov fáar avbjóðingar til tey yngstu børnini. Vit skulu hava spælipláss, har tað eru avbjóðingar bæði til tey yngru og eldru børnini.

Í grannaløgum har barnafamiljur búleikast, skulu vit byggja fleiri spælipláss, hetta er við til at skapa trivnað og gleði í grannaløgunum fyri bæði stór og smá.

Í Tórshavnar kommunu eru nógv spælipláss í teimum eldru grannaløgunum, sum eru gjørd fyri fleiri árum síðani. Fleiri av hesum spæliplássum eru niðurslitin og krevja ábøtur, so tey gerast meir áhugaverd hjá barnafamiljum at vitja.
Hetta eigur kommunan at fáa umvælt sum skjótast. 

X við Kára johansen Listi C Javnarflokkurin