Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fleiri fólk til kjarnuuppgávurnar

2021-10-29 22:59

Í øllum geirum mangla vit starvsfólk, men vit kunnu gera ítøkilig átøk fyri at røkja kjarnuuppgávurnar betur.

Vit mugu minka um ráðgevandi leiklutir og geva pláss fyri meira ítøkiligum kjarnuarbeiði. Í skúlastovum, í barnagarðsstovum, í eldrarøktini og sjúkrarøktini eru starvsfólk sperd, og tað kann ávirka tænastuna. Millum annað tí, at vit ikki raðfesta kjarnuuppgávurnar. Tær eru eitt nú tvílæraraskipan og normeringar á barnagarðs-, eldra-, og heilsuøkinum.

Vit kunnu eisini minka um skrásetingarskylduna hjá starvsfólkunum á hesum økjunum. Tíðin til pappírsarbeiði ella tíðin, sum verður brúkt við telduna, er dýrabar og skal helst brúkast saman við brúkarunum. At skráseta er ikki høvuðsarbeiðið hjá starvsfólkunum, hóast tað kann vera neyðugt í ávísum førum.

Vit kunnu eisini spyrja okkum sjálvi: Hví skipa vit ikki hjálpina tættari brúkarum í økjum um allar Føroyar?

Sernám skal hava ein týðandi leiklut í dag - bara ein øðrvísi leiklut. Til dømis kundi eitt hugskot verið at skipa arbeiðsorkuna hjá Sernám út í sjey øki í Føroyum.

Har kundi sálarfrøðingur virka saman við 2-4 ráðgevum í hvørjum øki sum eitt viðgerandi og lærandi toymi saman við skúlum og barnagørðum.

Har kundu fólkini arbeitt inni í skúlastovum, barnagarðsstovum og serøkinum sum ítøkilig arbeiðsmegi millum tey, tað snýr seg um. Vit hava nokk av ráðgevandi leiklutum í løtuni. Hetta hevði givið ítøkiliga og dagliga hjálp og hevði fyribyrgt nógv meira enn verandi skipan.

Førleikastovurnar í skúlunum hava í ein ávísan mun yvirhálað Sernám í fleiri lutum.

Vit mangla fakfólk, sum eru saman við brúkarunum fyri at veita tær kjarnutænastur, vit ynskja í einum vælferðarsamfelagi. Arbeiðskorini og lønarlagið í kjarnuarbeiðnum skulu eisini betrast, so fólk ynskja og megna at arbeiða innan vælferðartænastuøkini.

Soleiðis kunnu vit arbeiða saman um at skapa betri treytir og trivnað.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður