Fimm systrar við sævarstrond

2020-11-06 14:48


Orðaskiftið hevur verið, hvar ymiskt á Tvøroyri skal staðsetast. Skal hetta til Trongisvágs, og skal hatta til Tvøroyrar. Hvat við øðrum økjum í kommununi? Har liggur nógv á láni til eina óvissa framtíð. Býarætlanin fyri Tvøroyri hevur savnað dust í fleiri áratíggju og vantandi vegasamband millum býlingar hevur ymsastaðni 50 ár á baki. Skal Tvøroyri vera ein vælvirkandi kommuna, má vend koma í. Synd at siga, men tað, sum eyðmerkir býarætlan og samskipan á Tvøroyri, eru bráðar lappaloysnir, sum hvørki taka hædd fyri ídnaði, borgara ella ferðslu. Alt meðan tær 5 bygdirnar í Tvøroyrar Kommunu fáa gloypubitar fjórða hvørt ár fyri stemmuna.
Býðarætlan og býarnevnd
Ein býarætlan má haldast og skipast, og alt arbeiðið hjá kommununi skal ganga eftir hesum. Øll vita, at býurin broytist alla tíðina, virksemið, fólkið og ídnaðurin standa ikki í stað. Tí má ein býarætlan verða ramlig og broytast alt eftir, hvørjar umstøður og viðurskifti gerast galdandi. Tí skjóti jeg upp, at ein býarnevnd skal skipa hesa býarætlan og ráðføra teknisku nevnd og býráðið.
Býarætlanin má vera umfatandi og taka hædd fyri, at tað eru fimm bygdir í Tvøroyrar kommunu, og at tær allar mugu skipast sum ein eind og á jøvnum føti.
Kommunan skal framyvir tryggja, at allar kommunalar tænastur og viðurskifti, sum hvør borgari hevur rætt til, verða gjørdar, soleiðis at ongin darlar aftaná.
Allar bygdirnar skulu við
Tað er opinlýst, at framyvir, tá hugsað verður um grundstykki, so verða øki sett av í Froðba, Trongisvági, Líðini, Ørðavík og á Tvøroyri. Jeg vil arbeiða fyri, at allar bygdirnar fáa lut, og at fólk fáa møguleika at velja, hvar tey vilja búsetast, men fólk skulu eisini trívast.
Tí vil jeg arbeiða fyri, at okur skapa fleiri fríøki og smá spælipláss runt í kommununi. Í Froðba hava okur gamaní ein sparkivøll, men okur mangla eitt stað, har smábarnafamiljur kunnu hittast. Sama er galdandi í Ørðavík og partvíst eisini í Trongisvági.
Okur mugu hava savningspunkt í kommununi. Tá Rómverjar gjørdi býir, varð bygt út frá einum torgi, soleiðis at tað altíð var ein miðstaður. Okra Rómaborg, Tvøroyri, skal eisini fylgja hesum siði, soleiðis at allar bygdirnar hava ein miðstað.
Velja tykur at seta tykra álit á meg, skal jeg arbeiða fyri og tryggja, at ein býarætlan verður skipað, og at allar bygdirnar eru við.
Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni á Lista C