Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Fíggjarligt skynsemi - miðfyrisitingin veksur, ímeðan tænastan lækkar

2020-11-02 10:10
Kommunalpolitikkur - 

Nógv rok hevur verið um uppbygnaðin av einari vaksandi miðfyrisiting í Tórshavnar Kommunu.

Pengar verða settir av til nýggjar deildir og fleiri starvsfólk; staðsett á Vaglinum. Hetta, ímeðan stovnar hava brúk fyri fólkum á staðnum, og ikki fáa tað.

· Eindarleiðslan skapar óneyðugt “bureaukrati” og eigur at avtakast. Peningurin skal brúkast á staðnum til hægri normeringar og stovnar eiga at fáa eina økta játtan, soleiðis at tey kunnu avgera, hvussu peningurin skal brúkast best - hetta fyri allar umsorganardeplar hjá kommununi

· Størri fíggjarligt gjøgnumskygni skal vera, soleiðis at borgarin betur veit, hvat skattapeningurin verður brúktur til. Tað líkist ongum, at kommunan letur stuðul til eitt nú tiltøk, uttan at krevja rokniskap fyri tey tiltøk, sum kommunan er við til at stuðla

· Skil má fáast á útboðspolitikkin í Tórshavnar Kommunu, soleiðis at borgarin fær sum mest fyri peningin

· Meira fíggjarligt rásarúm skal vera við til, serliga at hækka tænastuna til tey ungu og tey eldru. Peningurin skal sostatt brúkast á staðum, og ikki til millumleiðarar og miðfyrisitingina

Vilt tú hava meira sjálvsavgerðarrætt, minni umsiting og hægri tænastu, so veitst tú, hvar tú skalt seta krossin.

Jákup Sverri Kass

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN