Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Fíggjarligt skil og skynsemi

2020-10-31 12:01

 

Tá eg sum 14 ára gamal ynskti mær eina súkklu, so fekk eg at vita frá pápa mínum, at so mátti eg læra meg at samla pengar inn, so at eg hevði rá at keypa mær eina súkklu. So fyri mítt viðkomandi so var støðan greið, at skuldi eg keypa mær súkkluna sum eg ynskti mær, ja so mátti eg til arbeiðis fyri at kunna keypa súkkluna. Eg fór sum 14 ára gamal at egna, og stóð trúfastur við stamparnar eftir skúlatíð. Tað gekk 3 mánaðir, so hevði eg forvunnið nokk av peningi, so at eg kundi keypa súkkluna. Eg var stoltur og errin av mær sjálvum, tí at eg hevði klárað hettar sjálvur.

 

Síðani tann dag, havi eg arbeitt, 14 ára gamal byrjaði eg í vinnuni, og havi eg arbeitt meg upp í samfelagnum. Hesin lærdómurin eg fekk sum 14 ára gamal, hevur fylgt mær á leiðini, og hevur hesin lærdómurin hjálpt mær sera nógv tá tað kemur til íløgur, og fíggjarligt skil.

 

Tí mást hava rá at gera íløgur, tað má í øllum lívsins viðurskiftum verða fíggjarligt skynsemi. Og nú eg stilli upp til býráði í Tórshavnar kommunu, so komi eg sjálvandi at brúka mín lærdóm, tað hevur týdning at kommunan er fíggjarligt væl rikin. Tað má verða skil á íløgukarminum, og íløgur mugu raðfestast við skili. Tað eru sera nógvar íløgur fyri framman, og væl lyftini er nógv og dýr. Tí hevur tað ómetaliga stóran týdning, at fólk verða vald inn í býráði, sum hava kunnleika til hettar, og hava áræði at taka avgerðir, soleiðis at Tórshavnar kommuna verður rikin við fíggjarligum skili.

 

Eg bjóði meg fram, tí at hettar hevur mín áhugað. Eg ynski eina góða kommunu, har lang tíðar íløgukarmur verður gjørdur, tað er neyðugt at hava ein góðan og sunnan rakstur.

 

Tórshavnar kommuna skal framhaldandi geva vinnuni bestu karmar at virka undir, tí vinnan hevur týdning fyri allar framtíðar íløgur sum skulu gerðast.

 

Vel ein vinnulívsmann í býráði, vel ein mann sum hevur fíggjarligt skil, set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.