Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fátækar familjur og børn í ríku Føroyum

2022-05-30 14:28

Prísstøðið hækkar skjótt og ógvusliga. Á mati, gerandisvørum, klæðum, olju, bensini o.s.fr.

Samstundis er prísurin á býli hægri enn nakrantíð.

Hvussu nógvur peningur, sum í minsta lagi skal til hjá einum húsarhaldi fyri at kunna hava sámilig lívskor, er alneyðug vitan hjá politiska myndugleikanum, skal nakað munagott gerast við støðuna.

Og tað hevur skund. Tí hjá teimum, sum áður høvdu trupult at fáa endarnar at røkka saman – eisini fólk í fulltíðarstarvi – er hetta nú nærum ógjørlig. Og meinast rakt verða børnini. Fátækradømi í barnaárum kann faa avleiðingar fyri framtíð teirra.

Í 2014 fekk táverandi landsstýriskvinna í almannamálum handað álitið “Eitt føroyskt fátækramark”.

Har varð ásett, hvat eitt nú ein stakur uppihaldari við børnum, ein familja við fleiri børnum og so frameftir kravdi at hava tøkt av inntøkuni fyri at kunna liva eitt nøkulunda vanligt lív. Í álitinum varð eisini m.a. víst á, at stakir uppihaldarar eru í størstum vanda fyri at gerast fátøk, og at hetta fátækradømi kann fáa stórar avleiðingar fyri børnini:

“At vera fátækur í longri tíð er tað, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna, og fyri at koma undir fátækramarkið, skal inntøkan hava verið lægri enn 60 prosent av miðinntøkuni í 3 ár á rað. Men nýggjasta granskingin um fátækradømi vísir, at fyri børn kann eisini stutttíðar fátækradømi fáa neilig árin seinni í lívinum. Tí eigur áhaldandi dentur at verða lagdur á fátøk børn – eisini stutttíðar fátækradømi hjá børnum.”

Barnafamiljur, fyritíðarpensjonistar og pensjonistar, sum einans hava lægstu veitingarnar at liva av, eru í størri fátækraváða, nú prísstøðið hækkar munandi. Haldi tað er neyðugt at fáa greitt fram, hvussu nógvar familjur, persónar og børn, ið liva í fátækt ella í vanda fyri at gerast fátøk í annars ríka samfelag okkara. Havi tí sett landsstýrismanninum spurningar um hetta. Hetta eru upplýsingar, myndugleikarnir mugu hava sum grundarlag undir einum neyðugum arbeiði við hjálp til fíggjarliga sperdar og neyðstaddar familjur.

Í skrivliga fyrispurninginum, verður landsstýrismaðurin biðin at svara:

- Hvussu stór inntøka krevst hjá einum húsarhaldi, fyri at hava nóg nógv at liva fyri við dagsins hækkandi prísstøði?

- Nær verður ein familja ella persónur mettur at liva á ella undir fátækramarkinum?

- Hvussu nógvar familjur og persónar í Føroyum kunnu í løtuni metast at liva í fátækt ella í fátækraváða, og hvussu mong børn teljast millum hesi?

- Hvussu nógvar familjur og persónar metir landsstýrismaðurin hava tørv á bráðfeingis ella varandi fíggjarligum stuðli fyri at kunna liva eitt sømiligt lív?

Landsstýrismaðurin skal hevur 10 yrkadagar til at svara.

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna fyri Tjóðveldi