Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Páll á Reynatúgvu (Mynd: Sverri Egholm)

Fallandi klípið í føroyska fólkaræðinum!

2022-09-09 11:34

Herfyri skipaðu føroysku miðlarnir, Kringvarp Føroya, Sosialurin, Dimmalætting, og Norðlýsið fyri áhugaverdari ráðstevnu nevnd, “Miðlar á vegamóti”.

Endamálið var at lýsa støðuna hjá føroysku miðlunum, og tær avbjóðingar sum eru í føroyska miðlaheiminum.

Onki er at taka seg aftur í at føroyska miðlaumhvørvið er spert bæði fakliga og fíggjarliga.

Eitt er at fíggjarliga grundarlagið í Føroyum er víkjandi. Harafturat er trýstið og ávirkanin uttanífrá sera avbjóðandi, bæði tá tað snýr seg um mál og mentan, men eisini tá tað snýr seg um lýsingarkrónurnar, sum eru ein partur av miðlafíggingini.

So hóast landið hevur latið miðlastuðul, seinnu árini, er veruleikin at føroysku miðlarnir eru gyrdir í brøkur.

Inntøkurnar hjá Kringvarpi Føroya verða ikki prístalsviðgjørdar, við uppsagnarútlitum sum avleiðing.

Starvsfólkaflýggjan er gerandiskostur, har royndir og dugnaligir journalistar leita sær annað beiti. Úrslitið er at miðlarnir gerast mannaðir við væl meinandi, men óroyndum starvsfólkum, sum eru fakliga soltin, og javnan hava trupulleikar við at málbera seg á hampuligum føroyskum máli.

Her skal ikki peikast eftir nøkrum, bert staðfestast at avbjóðingin er stór, um miðlarnir skulu røkja tær uppgávur vit vænta at teir gera. Bæði sum eftirlit og granskari av polittiska valdinum, men sanniliga eisini sum mentunarligur bjálvari, og mentunarberi í føroyska samfelagnum.

Norðurlendski virðisbulurin í miðlaheiminum er eyðkendur við hesum eginleikum:

  1. Miðlar eru at meta sum almennir ágóðar
  2. Miðlapolitikkur er at meta sum mentunarpolitikkur
  3. Eitt týdningarmikið mál í miðlapolitikkinum er redaktiónsfrælsi
  4. Miðlapolitikkur verður mentur í breiðum semjum, sum gevur ein støðufastan og langtíðartryggjaðan politikk.

Sjálvandi eigur miðlapolitikkurin í Føroyum at spegla politikkin í á hesum øki, fyrimyndarligu grannalondum okkara.

Tøttu bondini í Føroyum, millum persónar, fyritøkur og polittiskar valdshavarar, seta uppaftur størri krøv til miðlaumhvørvið í Føroyum, at tryggja fakligan integritet og dygd í arbeiðinum. Og harvið eisini neyðugu verjuna til at fremja fakliga frælsið í verki.

Álit á miðlaumhvørvið, er ein grundsúla í arbeiðinum at endurreisa føroyska miðlaumhvørvið.

Vit polittikarar skulu tola nógv, men eisini vit eiga rættindi sum menniskju og valdshavarar. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá eg sigi at ov nógvar miðlasøgur seinnu árini, er ov eittbeintar, og ov einoygdar. Summar beinleiðis hóttandi, persónjakstrandi og óargaligar. Og júst hesi viðurskifti, eru “elefanturin í rúminum”, skal breið polittisk semja fáast um ein miðlapolitikk, sum styrkir miðlafakið, og lyftir økið til ein neyðugan bul og týdningarmikið fak í føroyska fólkaræðinum.

Í dag eru miðlarnir tað ikki, og tí er neyðugt at øll polittiska skipanin ressast úr máttloysinum, og fer undir at viðgera hettar týdningarmikla mál.

At renna høvdið í sandin, er sjáldan ein loysn, enn minni at læta sum um væl stendur til.

Fyri at royna at fáa eina byrjan á kjakið um hvørja framtíðarkós føroyska miðlaumhvørvið, skal rokna við í demokratiska samstarvinum við lóggevandi, og fyristitingarvaldið í Føroyum, vera hesar reglur festar á blað.

Dygdin í føroyska miðlaumhvørvinum er her. Men karmarnir at liva og virka við áliti og tryggum kørmum, eru langt frá teimum málum, vit eiga at seta okkum sum tjóð.

Uppgávan er stór, bøtandi hondin størri, og sum í nógvum lívsins viðurskiftum, er betri at lyfta framá, enn at stara í kjalarvørrin.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður