
FAKTA ER. ..
2020-10-29 20:02
Fakta er…
Dagarnar fyri seinasta kommunuval, kom Tjóveldisumboð
við lyftið um at eitt skeið avtrat merkti at eitt nýtt ellisheim í Kollafirði
skuldi gerast verðuleiki. Hetta í nov. 2016
Úrslitið av valinum
vita vit.
Tíðliga í 2017 ger býráðssamgongan
eina kommunuætlan. Eg havi víst á hesa ætlan, sum er sera viðkomandi. Ellisheim í Kollafirði avgerð man at seta 2 milliónir
av í 2021 til staðseting og projektering. Sjálvt heimið skal langtíðarfíggjast, soleiðis at 10
milliónir skula setast av á hvørjum árið, 2022, 2023, 2024 og 2025. Tvs. 42
milliónir samlað. Ikki fyrrenn í 2025 skula kollfirðingar kunna vónað um eitt
ellisheim. Hesa avgerð tekur býráðsmeiriutin tíðliga í 2017, hóast lyftið var
eitt annað fáar mánaðir frammanundan. Í øðrum orðum útskjýtur býráðssamgongan
lovaða nýggja heimið í 8 ár.
Hetta er FAKTA!
Mítt størsta
hjartamál er júst hetta mál, um at fáa hetta í trygga legu beinavegin. At fáa
eitt nútíðar hóskandi heim til bæði brúkstørvin og starvsfólk. Eg vil siga at
hetta mál fyllir sera tungt í avgerðini at stilla upp.
Fleiri aftursvar hava
verði til mína grein frá samgonguni. Lesarabrøv um at hetta skal framskundast eru í fleiri formum.
Í kvøld hósdagin
29 okt. verður seinasti býráðsfundur áðrenn val. Í miðlum hevur hetta mál verði
lýst sum eitt hitt størsta á skrá til hendan fundin.
Eg kann upplýsa –
hóast samgongan lovar og lovar, so er støðan hin sama ! Tey hava sett 2
milliónir av í 2021 og so vita vit hvat hendir víðari… Vit skula bíða til 2025,
hóast óvissa er um tey koma til valdið aftur.
Tey lata enn
einaferð ellisheimið upp til tilvildina.
Tí sigi eg enn
einaferð.
Eg havi fingið
staðfest í javnaðarflokkinum, at hetta skal gerast beinavegin. Sambera vit
byggingina av barnagarðinum í Kollafirði, so tók hann minni enn 1 ár frá byrjan
til enda. Hetta er útgangsstøði hjá okkum og fekk eg tað í yvirskipaða
stevnuskránna – sum hitt einasta.
Eg eri ótolin av
lyndið, tað er ikki altíð ein fyrimunur, men eg seti mær altíð eitt mál og
gevist ikki fyrrenn tað er rokkið.
Góði veljari –
Nýtt Ellisheim í Kollafirði liggur í tínum hondum 10 nov. – Set X við meg, so
seta vit spakan í saman og fáa hetta liðugt!
Bergur
Robert Dam Jensen
Valevnið hjá
Javnaðarflokkinum til Tórshavnar Býráð