Luis Talar í ítróttarhøllini í Havn.

EVANGELISTURIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað

2021-03-13 20:03

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus, Glyvrar - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com- Sí facebookvanga - Skrivað: pjd, Glyvrar, grækarismessudag 2021

________________________________________________________________________________________________________________________________________________

EVANGELISTURIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað

Tá eg setti meg við telduna fríggjamorgunin, Grækarismessudag, var tað fyrsta eg frætti, at heimskendi evangelisturin Luis Palau er deyður, ella sum tað eitur á enskum “has passed away!” Hansara heimstaður var í býnum Portland í statinum Origon í USA. Hann er føddur og vaksin upp í Argentina, men flutti sum ungur maður til USA. Í 1962 fekk hann Amerikanskan ríkisborgaraskap; tá var hann 28 ára gamal.

12 ára gamal var hann á eini summarlegu, har hann játtaði Jesus sum Harra og frelsara. Hendan summarlegan setti hansara lívskós, sum kom at vera milliónum av menniskjum til signing. Hann halgaði sítt lív at kunngera evangeliið, og hann náddi langt út um Argentinsku landamørkini við evangeliinum. Hann varð skjótt ein víðakendur evangelistur, ikki minst í tí spanskt talandi heiminum, har hann mangan varð nevndur tann Suðuramerikanski Billy Graham.

Í 1960 fór hann á bíbliuskúla í USA, har møtti hann gentuni Patricia Scofield, vanliga rópt Pat, sum hann giftist við í 1961. Tey búsettust í Portland í statinum Origon, har tey hava búleikast til dagin í dag.

Vit hava vitað, at hann hevur borið upp á krabbamein seinastu trý árini. Familjan hevur verið dugnalig at fylgja sjúkuni upp og kunna almenningin um heilsustøðuna seinastu trý árini. Hann hevur kortini havt tað rímiliga gott til tíðir, og hevur undir sjúkratilgongdini enntá havt orku at talað á onkrum stórmøti. Fyri einum lítlum mánaða síðani kom hann heim eftir kemoviðgerð og ymsar kanningar á sjúkhúsinum, og familjan skrivaði á facebook, “at hann hevði tað betur, men at orkan er lág!”

Fyri umleið tveimum vikum síðani søgdu læknarnir, at har var einki meir at gera, og tí fekk hann pláss á einum Hospice, har hann hevur verið seinastu tíðina, men nú hann andaðist var hann saman við familjuni í heimi teirra í Portland í Origon. Eftir Luis Palau sita konan Pat, fýra synir við konum og 12 barnabørnum.

Eitt av ynskjunum hjá Luis, nú hann visti, at hann skuldi skiljast frá familjuni var, at hann fekk heilsa upp á abbabørnini undir fýra eygum - hví hann hevur ynskt hetta, kunnu vit skjótt verða samd um!!

Í FØROYUM:Nú hevur Luis Palau talað evangleiið fyri seinastu ferð, og milliónir av menniskjum um allan heim hava hoyrt gleðiboðskapin av hansara munni – eisini í Føroyum! Man hoyrir ikki so sjálvdan frá fólki, sum siga, at tey komu til trúgv ella vóru vakt andaliga á møtunum hjá Luis Palau í Ítróttarhøllini í Havn í apríl 1988; og tey eru mong, sum minnast hesi møtini við stórari gleði. Vit høvdu tað gleði og framíhjárætt í Føroyum, at hann, saman við konuni Pat, vitjaði í apríl í 1988. Tað ber til at hoyra og síggja møtini við at fara inn á EVR.FO

Tað vóru Zacharias Zachariassen og Poul Jóhan Djurhuus, sum tulkaðu. Poul Jóhan tulkaði á kvøldmøtunum, meðan Zacharias tulkaði á øðrum møtum, sum vóru hildin ígjøgnum dagin.

Tað var í ítróttarhøllini Kelvin Hall í Glasgow, at hann fyrstu ferð fekk fyrispurningin um eina møguligamøtivitjan í Føroyum. Nøkur ár seinni møtti Svenning av Lofti honum á eini stevnu í Amsterdam, har spurningurin um Føroyar aftur varð reistur; tá svaraði Luis, at hann og konan hava biðið fyri Føroyum síðani tey fingu fyrsta fyrispurning í 1981.

Tá kom rættulig gongd í at fyrireika vitjanina, sum gjørdist veruleiki hósdagin 14. apríl, táið umboð fyri nevndina vóru á flogvøllinum og tóku ímóti Luis Palau og fylgi. Fríggjakvøldið 15. apríl var fyrsta stórmøti. Ítróttrahøllin var fullsett, og Gundadalshøllin var eisini fullsett, har stórskýggi var settur upp.

Konan Pat og elsti sonurin Kevin vóru við í fylginum. Pat talaði á einum kvinnumøti, sum varð fyriskipað á Hotel Føroyum. Eisini vóru møtir skipaði fyri politikarar og samkomu- og kirkjuleiðarar, sum vóru serdeilis væl vitjaði. Møti fyri politikarar varð skipað á hotel Hafnia. Atli Dam var løgmaður tá, og hann gav sær stundir at vera við og hava eina røðu til heiðurs fyri útlendsku gestunum.

ARVURIN EFTIR LUIS PALAU:

- Hann vitjaði um allan heimin, sum bleiv til meira enn 500 stórmøtir í meira enn 80 londum, har hann kunngjørdi evangeliið fyri fullsettum hallum og ítróttarstadium.

- Við tveimum dagligum radiosendingum á sponskum máli hevur Luis Palau í fleiri áratíggir nátt milliónir av spanskt talandi fólki í Mið- og Suðurameruika.

- Hann hevur latið eftir seg ein óvikiligan vitnisburð um evangeliið millum høgt standandi fólk í Latínamerika, har ímillum forsetar og einaræðisharrar.

- Í dag eru tríggjar altjóða radiosendingar á enskum máli, sum altjóða felagsskapurin hjá Luis Palau hevur bygt upp, og sum hoyrist dagliga í meira enn 48 londum.

- Ein av arvinum eftir Luis Palau eru eisini tær mongu bøkurnar, sum hann hevur skrivað og givið út, m.a. eina bíbliukommentar á sponskum. Hansara best kenda bók er: What is a real Christian?, sum kom út í 10 millióna-upplagi, og týdd til fleiri mál. Í 2019 gav hann út sína lívssøgu: Palau: A Life in Fire. Í 2019 kom eisini út ein filmur um hansara hendingaríka lív.

- Luis Palau var ein av teim allar fyrstu stórevangelistunum, sum í sjeyti- og áttatiárunum, meðan komunisman enn var í hásæti, fekk loyvi at hava evangelisk stórmøtir í Sovjetsamveldinum.

Triðelsti sonurin, Andrew, er stigin í fetini hjá pápanum og ber arvin víðari. Hann hevur virkað sum fulltíðar evangelistur innan Luis Palau Evangelistic Association (LPEA) í fleiri ár, og er í dag ein væl kendur og høgt mettur evangelistur, sum heldur líknandi stórmøtir eins og pápin gjørdi.

Enn er jarðarferðin ikki alment kunngjørd, sum verður hildin á privatum støði í heimbýi teirra, Portland. Stroymingin kann fylgjast á www.luispalau.org

Kristiliga Tíðindatænastan ynskir Guds signing yvir tænastuna og minnini eftir Luis Palau