Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eru Føroyar tað svartasta u-landið!?

2021-08-18 12:25

Føroyar. Eitt væl útbygt land við barnagørðum, skúlum, universiteti, vegum, tunlum, undirsjóvartunlum, sjúkrahúsum, almennum stovnum, almennum veitingum, sterkum vinnulívi, hægsta BTÚ pr. íbúgva í danska kongaríkinum og einum Løgtingi sum lóggevur í yvirtiknum málsøkjum.

Føroyingar. Eitt fólk sum arbeiðir hart, er væl útbúgvið, hugsar sjálvt, hjálpir teimum sum eru illa fyri og velur borgararnar sum skulu sessast í Løgtinginum.

Hetta fólk – Løgtingið – hevur ikki loyvt fríari fosturtøku í Føroyum, men tað hava danir og danska Fólkatingið. Altso, tvær ymiskar hugsanir um hvussu vit skulu fara við tí ófødda barninum og kvinnuni.

Tað er hetta sum fær Enhedslisten og De Radikale at trýsta føroyingar til fría fosturtøku.

Samstundis sum at Charlotte, danskur yvirlækni, kallar okkum fyri tað svartasta u-landið.

"Det er uacceptabelt, at vi er i rigsfællesskab med et land, som på det her område opfører sig som det sorteste uland" - Charlotte Wilken-Jensen

Vit kunnu lættliga staðfesta at miðal føroyingurin ikki hugsar og meinar tað sama sum ein miðal danskari. Men at kalla okkum fyri “det sorteste uland”, av tí at vit hugsa øðrvísini, er at fara langt yvir mark.

Hvørji eru hesi at kalla okkum slíkt? Vit sum hava eitt so sterkt fólk og væl útbygt samfelag.

Og hvørjir halda hesir donsku politikararnir seg vera, tá teir blanda seg uppí lóggávu sum liggur í føroyskum hondum?

Hesum útsøgnum og trýsti vísi eg harðliga aftur! Samstundis sum eg gleðist um at Kaj Leo og onnur longu hava verið úti og átala hesum.

Fosturtøkumálið er okkara. Tað eru vit føroyingar, eitt væl upplýst fólk, sum tekur avgerð um, um vit loyva fríari fosturtøku ella ikki.

Steffan Klein Poulsen,
løgtingsmaður