Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Er Jørgen kompetentur?

2020-11-03 08:15

Nú hava vit loksins sæð eitt sindur til Fíggjarmálaráðharran. Og vit mugu seta okkum nakrar týðningarmiklar spurningar:

1) Fyriheldur hann seg yvurhøvur til tær grundgevingar sjúkrarøktarfrøðingar føra fram?

2) Tekur hann, saman við restina av Fíggjarmálaráðnum, yvurhøvur ábyrgd, fyri sjúklingsins trygd?

3) Hevur hann yvurhøvur fíggjarligt skil?

Søguligur ójavni og kúgan av kvinnufakunum
Tað er eingin loyna at kvinnufak, eru beinleiðis kúgaði í áratíggju. Óluva í Gong hevur nú staðiliga og við jøvnum millumbillum víst á henda meira enn 50 ára gamla ójavna, ið skal fyrr ella seinni rættast.

Sum varð sagt í Dagur og vika, varð ein batið gjørdur í 2017, men hevði tað tað ávirkan, at sjúkrarøktarfrøðingar ikki merkti so nógv til hendan bata, men kemur hann so spakuliga at virka.

Men hetta hevur hann ikki eingang sagt nakað sum helst um, so svarið er nei, til fyrsta spurning.

Tekur Jørgen nakra sum helst ábyrgd?
Forkvinnan, Óluva í Gong, hevur trúgv staðið, til næsta hvørja einasta tíðindasending, og tikið móti øllum ákærum hon er møtt við, samstundis sum at Jørgen og hansara leiðarar, eru slopnir frá at fyrihalda seg til at teir seta trygdina hjá sjúklingunum til síðis. Men haraftur mótið sleppa teir at ákæra sjúkrarøktarfrøðingar fyri at seta lív í vága.

Og tá tað eru teir, ið skulu tryggja góðar arbeiðsumstøður og umhvørvið.

Líka mikið at tað altíð hevur verið trýst á sjúkrahúsinum, har starvsfólk av øllum slag hava mangla, og ja, í áratíggju.

Tað skulu nú altso tveir partar til eitt hvørt arbeiði, ið verður gjørt.

Og tað skal tað eisini í heilsuverkinum:

Ein, ið skipar arbeiðið, og ein í útinnir arbeiði. Men tað síggja vit ikki nakað til her, einasti, ið tekur veruliga ábyrgd, eru sjúkrarøktarfrøðingarnir, við givnu undantøkum.

Sum verða tikin fyri givið, og næstan misbrúkt, kundi ein havt illgruna til.

Hevur Jørgen nakað fíggjarligt skil?
Hetta skuldi ein kanska hildið var ein torførur spurningur at fáa svar uppá.

Men!

Jørgen hevur verið fíggjarmálaráðharri nakrar ferðir eftirhondini.

Hann segði eisini fyri nøkrum árum síðani, í onkrari samrøðu við onkran miðil, at honum dámdi so væl tøl, og tað dámdi honum eisini væl tá hann gekk í miðnámsskúla.

Men her duga vit at síggja at lønarsáttmálin, ið varð gjørdur í 2017, við broyttum starvsaldri, hevur Jørgen opinbart ikki tikið hædd fyri, í fíggjarlógum. Hatta er jú ein lønarsáttmálið, punktum er sett fyri, og skal avvarandi fíggjarmálaráðharri taka ábyrgd fyri.

Men nei, hann gevur farna landstýrið ábyrgdina fyri henda, opinbart óforsvarliga sáttmála.

So har tekur hann ikki ábyrgd heldur.

Ei heldur dugur hann at lesa søgulig tøl, har sjúkrarøktarfrøðingar hava verið ræðandi undirlønt í 50 ár.

Og eisini førir hann fram, at við 2017 sáttmálanum og vrakaða uppskotinum, vil eyka útreiðslan verða umleið 30 millionir. Tað fortelur so okkum bara, hvussu undirløntir sjúkrarøktarfrøðingar eru.

Og kann til stuttleikar nevna, at við einum pennastrokið, ið 86 fakfeløg mótmæltu í 2011, varð flatskatturin samtyktur, sum gav inntøkum 800 túsund og yvur, ein skattalætta uppá 33 millionir.

Ið millum annað varð fíggjaður, við at hækka skattin á pensjónum hjá lág og miðalinntøkum (líka heilsa og siga sjúkrarøktarfrøðingar eru ein av teimum) við 12 %.

Tú læs rætt, skatturin á pensjónum, hækkaði við 12 %.

So nei, bara, útfrá hesum báðum dømum kunnu vit bara staðfesta, at tað elskaða mantraði hjá Fólkaflokkinum við Jørgen Niclasen á odda:

“Tað skal loysa seg at arbeiða” slettis ikki er galdandi fyri sjúkraøktarfrøðingar

Teitur Vágadal
Irriteraður sjúkrarøktarfrøðingur í útlegd