Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Er Bárður Nielsen fyri javnstøðu?

2022-01-06 22:00

Í dag setti Bárður Nielsen tveir nýggjar landsstýrismenn í starv. Tað merkir, at nú eru sjey menn, sum umboða landsins leiðslu í Tinganesi. Eingin kvinna. Tað er ikki í lagi, og tað er beinleiðis ímóti demokratisku virðunum, sum okkara samfelag byggir á.

Javnstøða og fjølbroytt umboðan sum heild kunnu tryggja, at atlit verða tikin til livikorini hjá eini breiðari fjøld – og ikki bara teimum fáu.

Bárður Nielsen hevur ábyrgd av at loysa landsstýrismenn í og úr starvi, og tí hevur hann eisini einsamallur heimild til at broyta, at bara mannfólk eru umboðað í landsstýrinum.

Tí kann mann ivast í, um hann yvirhøvur tekur atlit til javnstøðu, tá hann setur landsstýrismenn í starv. Tað vil eg fegin fáa svar uppá, og tí havi eg sett ein fyrispurning um málið.

Tað er vert at nevna, at Sambandsflokkurin eisini hevur framt eitt landsstýrismannaskifti í hesum valskeiðinum. Tá var tað eisini ein maður fyri ein mann.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2004, at eitt landsstýri bara er mannað av monnum. Tað er eitt stórt afturstig og eitt skeivt signal at senda okkara børnum.

Tað hevði tænt Bárði Nielsen at rætta hetta afturstigið, tí tað er bara hann, sum hevur heimild til tað í løtuni.

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna