
Eldrarøkt: Ferð má setast á bygging
2020-10-30 19:10
Tað eru uttan iva nógvar loysnir/hættir,
tosað verður um, eldrarøktanini viðvíkjandi, eitt nú at byggja eldraíbúðir tætt
við ellis- og røktarheim. Her kann man búgva hjá sær sjálvum, men samstundis
fáa røktan og mat og venja seg við tilveruna sum eldri. Man kann eisini vitja
tey, sum longu búgva á ellis- og røktarheimi; tað hjálpir væl ímóti einsemi.
Men her og nú hava vit nøkur
tøl, ið vit verða noydd at fyrihalda okkum til, og tí er einki at bíða við.
Um hyggja eftir vøkstrinum á teimum,
sum eru 80 ár og eldri, er talið vaksið við 300 frá 2010 til 2020, men sambært
hagtølunum, fer talið at veksa við 1200 frá 2020 til 2030.
Stjórin í kommunufelagnum
sigur, at kommunurnar rokna við, at 20 % av teimum 80 ára gomlu og eldri koma
at tørva støðuga røktan í framtíðini.
Um talið á á hesum
aldursbólki veksur við 1.200 næstu 10 árini, so fáa vit brúk fyri 240
røktarplássum næstu 10 árini.
Longu um 5 ár mugu vit hava 120 røktarpláss aftrat teimum, sum vit nú
hava. Av hesum má Havnin útvega umleið helvtina, tvs. 60 røktarpláss næstu 5
árini.
Vit mugu fara í gongd nú - og
seta spakan í skjótast til ber!
Livst, so spyrst.
Jóhan Petur Johannesen
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu