Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

EL er ikki luksus

2022-09-21 12:26

Fólk fáa ikki heitan mat uttan EL, børn fáa ikki gjørt skúlating uttan EL, snøgt sagt fáa húsarhald ikki virkað uttan EL.

El og hiti eru tískil neyðsynjarvøra, ikki luksusvøra.

Í dag eiga allir føroyingar SEV gjøgnum kommunurnar. Men samgongan hevur aðrar ætlanir við SEV.

Í samgonguskjalinum stendur: ”Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum.”

Vit kunnu spyrja, halda tit, at prisirnir hjá oljufeløgunum eru gjøgnumskygdir? Vilja vit hava somu støðu við EL-prísinum?

Eg veit, at SEV fer at hækka prísin nakað komandi ár, men hetta er onki afturímóti tí, sum vit síggja aðrastaðni.

Í Bretlandi verður tosað um, at fólk fara ikki at hava ráð at hita sær húsini ella hava køliskáp tendraði í vetur.

Í Føroyum eru húsarhaldini longu tyngd av høgum prísum á matvørum og brennievni. Verður SEV privatiserað fer prísurin eisini at hækka.

Fólkið eigur SEV og soleiðis skal tað vera!

Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi