Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Einkjan, sum gjørdist reiðari.

2021-04-03 12:34

Eg fari at byrja við eini fittari søgu, sum fór fram í Føroyum. 

Tað var ein ung einkja, sum júst hevði mist mannin. Maðurin, sum var í bestu árum, tá ið hann doyði. Hann átti eitt skip saman við einum øðrum manni í býnum. Nakað eftir, at maðurin var farin til gravar, kemur hin, sum hann hevði átt skipið saman við, á gátt hjá ungu einkjuni. Ørindini eru m.a at spyrja einkjuna um tey kunnu gera av, hvat skal verða við skipunum, sum maður einkjuna hevði átt saman við honum. Hann spyr tí høfliga konuna, hvat hon sigur til, at hann keypir hana út. 
“Uha, ja, tað má eg lika hugsa um”, sigur einkjan. “Men hvussu nógv høvdu tygum viljað goldið fyri mín part”. Hann hellir vanga og hyggur blídliga upp á hana: “ja, nú tygum eru so illa fyri og júst eru blivin einkja, so skal eg geva tær ein góðan prís”. Hann nevnir so eina upphædd. 
Hon reisist, hugsar seg um og fer at ganga runt í stovuni. Hon helt satt at siga ikki, at hatta var nóg mikið, sum reiðarin hevði bjóðað, og visti tí ikki heilt. Eftir eina lítla løtu settist hon aftur, og hyggur upp á mannin. “Tú skalt hava so stóra takk fyri tilboðið, men hvat sigur tú til, at eg keypi teg út fyri hasa upphæddina, sum tú ætlaði at keypa meg út fyri?”. 
Tá stóð hann sum í berginum, borðið hevði fangað og handilin varð avgjørdur. 

Trygdarpolitikkur og telesamskifti hanga saman

Hendan søgan kom mær til hugs, tá ið eg hoyrdi grundgevingar í fólkatinginum fyri, at danir máttu yvirtaka telesamskiftið hjá føroyingum. Grundgevingin var, at trygdarpolitikkur og telesamskifti hanga saman. 
Jamen, so er eitt at gera: lat okkum taka ábyrgdina av trygdarpolitikkinum.
Føroya tele og føroyska telesamskiftið eru í heimsflokki. Tað riggar so mikið væl herheima, at nógv í londum rundan um okkum misunna okkara støðu sum verandi í fremstu røð.  
Men nú hoyrdu vit fleiri politikkarar í fólkatinginum í vikuni siga seg ynskja at flyta teleøkið aftur til Danmarkar. 

“Regeringen er i dialog med Færøerne" sum skal virða ábyrgdarbýti i ríkisfelagsskapinum? 
Og í einum lógaruppskotið um trygd og telesamskifti, sum var til viðgerðar í fólkatinginum, stendur, at “Regeringen er i dialog med Færøerne og Grønland om udformning af en lovgivningsmodel for Færøerne og Grønland med respekt for kompetencefordelingen i rigsfællesskabet”.  
Táið myndugleikin velur at brúka slíkar orðingar, so fara mínar antennur upp.
Vónandi letur Føroya landsstýrið seg hvørki tøla ella stýra av hesum.  
Eg skilji væl, at danska stjórnin ynskir at knýta trygd og telesamskifti saman. Trygdarpolitikkur verður hjá flestu verjumálaráðum kring knøttin, brúktur til at verja landið móti skipaðari hakking á netinum, móti avlurting osfr. 

Vit mugu ikki ómynduggerast á einum øki, har vit eru í heimsflokki. 
Teleøkið og cyperspace er so vavt inn í alt, sum eitur trygdarpolitikkur, at tað kann valla skiljast at. Júst tí mugu vit eisini - mest av praktiskum orsøkum - taka ræði á økinum. 
Yvirtaka vit trygdina, so merkir tað eisini, at vit koma at samstarva meira við okkara grannalond um júst tað økið. Eisini við Danmark. 
Ì staðin fyri aftur at lata okkum ómynduggera á einum øki, har vit eru í heimsflokki, so eiga vit heldur at átaka okkum ábyrgdina av trygdini og samstarva við onnur um hana. 

Annita á Fríðriksmørk