Eingin innkomuvegur enn

2020-10-02 07:54

Eingin innkomuvegur enn

Hóast alt var klárt, megnaði borgarstjórin at forðað innkomuvegnum til Havnina, tá ið hon steðgaði tilgongdini, so eingin vegur er komin enn – og fyrsta dagin letur Eysturoyartunnilin upp

I oktober 2016 gjørdi eg sum borgarstjóri í Havn avtalu við táverandi landsstýrismann í samferðslumálum, Henrik Old, um innkomuvegin til Havnar í sambandi við Eysturoyartunnilin, og var henda avtala endin á einum áralongum stríði um ferðsluna til og úr Havnini.

Men nú eru fýra ár liðin, og enn er eingin innkomuvegur komin – og um fáar mánaðir letur tunnilin upp, so tá kunnu vit vænta eina veruliga ferðsluøking í Suðurstreymoy.

Borgarstjórin í Havn byrjaði við at steðgað arbeiðinum, tí nú skuldi brádliga kannast ein fantasiloysn um tunnil undir Havnina, men hon fekk onga undirtøku fyri hesum, og síðani er altso einki hent!

Nú sigur landsstýrið seg vera til reiðar at fara undir arbeiðið, og 10 milliónir krónur eru settar av næsta ár og 10 milliónir krónur í 2023. Men í 2022 er ikki eitt oyra sett av til innkomuvegin, so einki røkist fyri nøkrum veruligum arbeiði, men bara enn meira oyðimarkargongd við Fólkaflokkinum.

Reyp og tóm orð

Tórshavnar kommuna hevði sett átta milliónir krónur av í 2017, men tað einasta nýverandi býráðsmeiriluti hevur gjørt, er at strika hesa játtan, og síðani hevur Tórshavnar kommuna ikki sett eitt oyra av til innkomuveg.

Tí skurrar tað veruliga í oyrunum, at borgarstjórin reypar sær av, at “handling er nú sett handan avtaluna millum land, kommunur og tunnilsfelagið” og “soleiðis førir man praktiskan politikk”.

Praktiski politikkurin hjá Fólkaflokkinum er altso, at seinni henda mánaðin skal ein verklagslóg leggjast fyri løgtingið, og so fæst at síggja, hvørja lagnu hon fær. Tí skurrar tað enn meira, tá ið borgarstjórin eisini staðfestir, at “loksins kom hann, innkomuvegurin til Havnar” – tí har er eingin vegur!

Hóast Eysturoyartunnilin hevur verið ávegis í tilsamans 14 ár og í gerð síðani 2016, er einki klárt, nú hann letur upp. Tað er sanniliga eitt úrslit, ið talar!

Heðin Mortensen
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin