Ein skammilig sparing

2020-10-05 10:53

Ein skammilig sparing

Fyri einum 20 árum síðani fekk Tórshavnar kommuna púra skipað viðurskifti í sambandi við at seta fólk í vard og tillagað størv. Í dag eitur alt tillagað størv, men skipanin er tann sama.

Skipanin er og hevur verið einføld, tí Almannaverkið metir um arbeiðsførið og ger avtalu við arbeiðsgevaran um, hvussu stóran part hann rindar, og síðani rindar Almannaverkið rest. Og so er bara at gera setanarsáttmála.

Tórshavnar kommuna eigur helst tey flestu, sum eru í skipanini, sum hevur roynst kommununi væl í allar mátar. Endamálið er at stuðla, so fólk framvegis kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, hóast sjúka, brek ella aðrir trupulleikar gera tað trupult at arbeiða.

Við hesum er møguleiki fyri at tillaga arbeiðsuppgávur ella arbeiðstíð, so alt er í samsvari við skerda arbeiðsførið. Ikki minst hevur skipanin havt ómetaligan týdning fyri lívs- og sjálvsvirðið og harvið trivnaðin hjá teimum, sum eru í skipanini, og hjá familju og næstringum teirra.

Knúsa góða skipan
Men nú skal henda skipan oyðileggjast fyri at spara hálvaaðru millión.

Hevur nakar hoyrt so vindandi galið? Nú skal knúsast ein vælvirkandi skipan, sum tryggjar fleiri hundrað fólkum og familjum teirra eitt virðiligt lív við eini rímiligari inntøku, tí tað ikki skal bera til at finna hálvaaðru millión millum allar milliardirnar á komandi fíggjarlóg!

Eitt er, at almenna útgjaldið skal lækkast 10-15 prosent, men eisini er ætlanin at taka rættin til sáttmálaløn frá hesum fólkum, sum frammanundan hava ovmikið at stríðast við og hava eitt langt lív á arbeiðsmarknaðinum aftan fyri seg.

Eg vóni veruliga, at fakfeløgini smekka hurðina í, so tað rungar eftir í, tí hetta líkist púrasta ongum. Hetta er einki annað enn ein stór skomm at koma við.

Vorðið sum tøkk
Tað er ov galið, at hetta skal vera takkarlønin til fólk, sum tey flestu hava slitið seg upp á arbeiðsmarknaðinum og hava fingið ymisk brek, sum tó ikki eru størri enn so, enn at tey við bara einum sindri av tillaging kunnu gera eitt munadygt arbeiði, ið vit øll njóta væl av.

Hugsjónin má og skal vera, at tað skal vera rúm fyri okkum øllum, hóast vit als ikki eru eins, og eg líti á, at hatta vanæriliga uppskot ikki sleppur ígjøgnum løgtingið.

Hvat Tórshavnar kommunu viðvíkur, so skulu vit nokk tryggja í komandi setu, at kommunan gevur rúmd fyri og fult stuðlar upp undir hesa frálíku skipan.

Heðin Mortensen
Javnaðarflokkurin