Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ein kempa er farin

2022-01-05 16:10

Minningarorð um Heðin Jacobsen, Sandvík:

Eitt av mínum allarfyrstu barnaminnum er av bulmiklum manni, ið knappliga eitt heystarkvøld stóð úti í durinum hjá okkum her í Bóndabrekku. Brøkurnar flaggaðu á hálvari stong, og orangelitta plaggið, hann hevði sveipað um herðarnar, hevði sæð betri dagar. Eitt útlúgvað eygnabrá møtti okkum, sum fyrst komu út í dyrnar. Hetta var Heðin, sum júst var komin aftur til lands, eftir at farið, ið hann hevði balst á tað heystið, Havaldan, var sokkin við Shetlandsoyggjarnar. Teir fingu einki við sær uttan tað, teir gingu og stóðu í, og onkur vælvildarfólk høvdu givið teimum okkurt at fara í. Minnist veðurbardu fingrar hansara um flógva kaffikoppin, ímeðan hann so livandi segði okkum frá allari vanlukkuni, sum teimum hevði verið fyri. Róliga greiddi hann okkum frá um treku jarnlúkuna, sum teir ímóti endanum høvdu baksast við at fingið latið aftur. Allir við sjógvi upp um miðju, og hvussu tað líkasum hevði sigið samanum hjá unga útlendska messinum umborð seinastu sekundini, áðrenn teir vóru farnir frá borði niður í bjargingarbátin.

Glómurnar vóru stórar á øllum kring køksborð okkara hetta kvøldið. Hetta var lívið, hugsaði eg. Tey næstu mongu barnaár míni teknaði eg óteljandi Havaldur á øll pappír, sum eg fekk hendur á, og at kalla altíð við nýggju hetju mínari, Heðini, við stýrisvøl. Hann gjørdist sjómaður alla sína livitíð og treivst sera væl á havinum. Altíð so sera spentur at byrja nýggjan túr minnist eg. Hetta líka til tað seinasta. Ein føddur veiðimaður. Tiltikin raskur og arbeiðssamur og loyalur. Havi talríkar ferðir millum ár og dag hitt gamlar vinir og kenningar - nú garvaðir sjómenn - sum hava siglt saman við Heðini, ið allir sum ein bert hava havt rós og lovorð at bera honum.

Heðin førdi í drúgt áramál í 80’unum saltfiskatrolaran Nónhamar, ið royndi í Barentshavinum. Minnist ótalligar ferðir at vit fingu tíðindi haðan norðan úr kuldanum, og altíð vóru frásagnirnar fullar av drama. Einaferð høvdu teir mist trolið. Tá vóru góð ráð dýr, men Heðin gjørdi ikki vandari enn, at hann legði seg at dreggja eftir tí, og eftir at hava roynt í nakrar tímar mitt úti á hesum fjøtrandi havvíddum vildi lagnan tað soleiðis ta ferðina, at tað eydnaðist teimum at raka við trolið og at fáa bukserað tað innanborða aftur.

Seinnu árini fór hann umborð á smærri trolarar, ið einamest royndu her undir Føroyum. Hann gekk sera nógv upp í nærlagni umborð, minnist eg, at eg festi meg við. Hetta við at hvør maður eftir førimuni gjørdi lít í seg, og lærdi seg fakið til lítar. Og hetta nærlagnið minnist eg seinast, at eg kom í tankar um, tá ið hann undanfarna vetur, sum so mangan, kom og bar mær turrsaltað spik, turran fisk og turra grind, sum hann sjálvur hevði hagreitt og fingið tikið til høldar. Alt skorið í smáar dálar og so nossliga vacuumpakkað. Klárt at seta á. Øll í familjuni høvdu tað á orði, hvussu framúr væl hetta góðgætið var virkað og frágingið, og hvussu serstaka væl ið tað smakkaði. Ivaleyst nakað honum var í holdið borið har suðuri við tiltiknar grindastrendur.

Eg hevði altíð okkurt at skifta orð um við henda vinsæla gubba mín, tá ið vit hittust, sum seinnu árini tíverri gjørdist alt ov sjáldan. Har komu altíð spennandi søgur og beinraknar eygleiðingar fram í ljósið úr einum heimi handan havsbrúnna, sum eg annars ongantíð havi kent stórvegis til, men sum kortini altíð hevur havt mín stóra áhuga. Eg kundi bert sita undir hvørjum orði og njóta hesar friðsælu løtur saman við honum.

Minnist eisini, at hann upp ígjøgnum allan mín uppvøkstur so trúfast altíð kom á gátt hjá okkum við gávum - onkrar merkisdagar í familjuni, tá ið hann var heima ímillum túrar. Og ofta minnist eg tá, at tað var heilt serligt tinganest, hann kom við uttan úr heimi, sum fekk spenningin at økjast.

- - -

Eg fari at sakna at hoyra hjartaliga látur tín og at síggja góðsliga smíl títt, men fegnist tó eisini tær løtur um, at tilveran nú laðaði seg soleiðis, at tú sum flytifuglur uppi yvir víðum høvum knappliga fanst fast undir føti aftur í familju okkara - til gleði fyri okkum øll. Við tíni hóvligu framferð og tínum spakføra lyndi verður tú ein fyrimynd hjá mær til allar tíðir.

Nú aftnar dagur í Bóndabrekku, her sum tú átti so mangt lætt sporið, og tankar mínir leita til øll tykkum avvarðandi, ið eftir sita. Serliga synir tínar, systkinabørnini, Anfinn, Beinur, Hjalta og Jákup Andrias. Tit kunnu av sonnum vera ernir av pápa tykkara, sum mangan brattan fór.

Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnini.

Hvíl í friði, Heðin góði.

Gudsonur tín

Teitur