Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ein grøn loysn

2022-04-23 21:25

Endamálið við hesi grein er at ummæla mína egnu tilgongd og val av grønari orkuloysn. Tað eru nú næstan tveir mánaðir síðani, at skipanin er sett í verk, og hendan greinin er grundað á tær royndir og data sum eg havi ognað mær sama tíðarskeið. Tað er sjálvsagt avmarkað, hvat eg kann siga um langtíðarhaldføri - t.e. viðlíkahald og effektivitet yvir langt tíðarskeið. Tað tykist at vera ov nógv prát á tí politiska planinum, meðan minni er at lesa um ítøkiligar loysnir/skipanir. Vónandi kann hendan grein vera eitt íkast til kjakið um grønar orkuloysnir.

Tá man býr í einum gomlum húsi, kann tað vera neyðugt at gera íløgur til endunýggjan. Sum til dømis hjá okkum. Vit hava havt ein vátan kjallara, ið tað ikki hevur loyst seg at innrætta, uttan so at grundin verður drenað eisini. Tað er so gjørt. Í tí sambandi var høvið gott at finna ein nýggjan avloysara til gomlu oljufýringina og tangan.

Orsakirnar vóru fleiri. Fyrst og fremst at tað skuldi gravast undir bæði tanga og oljufýring óansæð. So tað at oljufýringin, hóast sera álítandi, brendi nokkso fitt av olju. Meti eini fýra til seks litrar ein lýggjan dag og seks til átta litrar, tá ið tað var kaldari. Glóvplássið er bara 44 kvm, so tað ger eisini stóran mun at fáa tangan burtur.

Tangin bleiv tømdur í dunkar og ein dugnaligur smiður gjørdi eina loysn, so at tað bar til at brúka oljudunkar at fóðra oljufjýringina við diesel. So kundi tangin takast burtur. Umleið hvønn triðja ella fjórða dag skuldi tómi dunkurin skiftast við ein nýggjan - proppurin (við rørleiðing til oljufýring) bleiv bara settur á nýggjan dunk.

Hóast eg var farin at umhugsa ein nýggjan oljutanga uttanfyri, so var niðurstøðan, tá ið samanum kom, at alternativar loysnir eiga at kannast.

Tað fyrsta, ein hugsar, er eitt jarðhol, sum er tað flestu fólk tosa um. Men av praktiskum orsøkum metti eg, at tað fór at gerast trupult og nokk heldur ikki ein bílig loysn. Bilur og boriútgerð kann ikki koma nær húsinum. So tað hugskotið fall til jarðar.

Eftir eitt sindur av kanningararbeiði fann eg fram til tveir møguligar veitarar. Tann eini var Climashop.fo, sum seldi eina franska loysn, meðan VVS.fo seldi eina norska loysn.

Loysnin skuldi vera ein “luft-til-vatn “split”-loysn”, tað vil siga, ein útipart og ein innipart. Útparturin (ein ljótur kompressari) framleiðir orku við upphiting av gassi, meðan inniparturin (tangi v.m) goymir orku sum heitt vatn, ið síðani verður brúkt sum heitt brúksvatn og til at halda húsið heitt.

Climashop er ein lokal fyritøka her í Klaksvík, sum nakrir ungir, dugnaligir menn hava stovnað. Teir duga sera væl at reklamera og upplýsa um teirra virksemi og vøruúrval, teir gera produktið lætt at skilja, og harumframt er kundatænastan framúr. Marketing-parturin er gjøgnumførdur og kundin fær eina greiða mynd av, hvat tað kostar, ið hann eftirspyr. Við tí í huga helt eg tað vera rætt at velja lokalt.

VVS.fo er ein minni fyritøka í Vestmanna, sum hevur ikki so gjøgnumført marketing sum ungu dreingirnir úr Klaksvík. Tað ber tó til at finna tilfarið, ein vil hava fatur á, um ikki á síðuni, so hjá veitaranum. Kundatænastan er tó góð, og svartíðin uppá fyrispurningar er sera góð.

Við at samanbera produktini royndi eg at koma fram til, hvør loysn hóskaði betur til mín. Meðan Climashop hevur eitt stórt úrval av loysnum, var tað bara ein hóskandi loysn hjá VVS.

At síggja til eru vørurnar nokkso eins, so tað kravdi eitt sindur meira kanningararbeiði. Til endans endaði tað við, at valið fall á loysnina, sum VVS selur. Skipanin eitur VP 150/170L, og framleiðarin er Polarenergi í Norra.

Orsakir til valið

Orsakirnar til, at valið fall á júst hesa skipan, vóru fleiri, sum listaðar niðanfyri. Gevið gætur, at hetta var tað, sum eg sá fyri mær, áðrenn eg nakrantíð hevði sæð skipanina í verki.

• Sleppi av við oljutanga og oljufýring - grønt umskifti.

• Komi at spara í longdini.

• Tangin, sum er úr syruviðgjødum rustfríum stáli, hevur eitt 10-ára garanti, men ein kann rokna við, at hann heldur væl longri, kanska upp til 30 ár. Tangin sjálvur er bara ein tangi, uttan mekanikk ella elektronikk, og tað leingir um livitíðina.

• Land. Ein loysn, sum passar til tað norska veðurlagið passar heilt sikkurt eisini til tað føroyska veðurlagið.

• Konseptið – loysnin frá Polarenergi brýtur frá traditionellu loysnunum. Yvirførslan av orku (hita) verður framd inní tanganum sjálvum, ístaðin fyri uttan fyri tangan, sum flestu vanligar loysnir gera. Tað merkir hægri effektivitet sambært teimum.

• Lítið fótaspor; tangin er 64 cm í diametur, so hann kundi setast á eitt tvørligt pláss undir trappuni.

Konsept

Veitarin, Polarenergi, er ein norskur veitari, ið ger skipanina. Útiparturin er framleiddur av Panasonic, meðan inniparturin verður gjørdur í Italia. Skipanin verður samlað og útviklað í Norra. Tað serliga við hesari skipan í mun til aðrar er, at orkan verður yvirførd í tanganum sjálvum umvegis spiralir. Brúksvatni blívur tí upp til 80 gradir.

Fótaspor

Í mun til undanfarnu skipan tekur hendan lítið pláss og hevur givið okkum nógv meira pláss inni; tó bleiv ein partur av terassuni brúktur til útipartin.

Útinningarevni

Her verður mett um útinningarevni og hvussu skipanin avrikar eftir egnum metingum. Gevið gætur, at tað eru ymiskir faktorar, ein eigur at hugsa um, ið hava stóra ávirkan á samlaðu myndina. Eini illa isolerað hús hava vánalig evni at halda uppá orku, og forbrúk er forbrúk, t.v.s. at hevur tú tveir tannáringar, sum sum hvørja ferð skulu hava hálvan tíma undir brúsuni, so arbeiðir skipanin meira.

Apps

Fyri at máta uppá effektivitetin er tríggjar apps tøkar; tvær vanligar sum bara vísa forbrúk og loyva ymiskum uppsetingum, so sum at broyta hitan og broyta hitan eftir einari vikuætlan. Munurin er, at onnur ger nýtslu av Bluetooth og hin av Wi-fi. Mær dámar betur ta, sum brúkar Bluetooth, tí hon hevur riggað betur. Tann við Wi-fi-atgongd krevur, at ein skrásetur seg hjá Panasonic. Tað ber ikki til at hava bæði Bluetooth og Wi-fi virkið í senn.

Hin triðja appin er “H&C Diagnosis”, ið avlesur og vísir fleiri sensorar í skipanini.

Heating Control App (Bluetooth)

Við hesari app ber til at fylgja við forbrúkinum og gera ymiskar broytingar, til dømis at broyta hitan og gera vikuskema fyri fáa skipanina at broyta hitan automatiskt, t.d. at seta hitan sindur niður, meðan húsfólkið er til arbeiðis.

Myndin omanfyri vísir, at orkubrúkið minkar støðugt eftir teir nógvu køldu dagarnar seinast í mars og fram til umleið 10. apríl. í dag skriva vit 23. apríl, og brúkið hevur verið støðugt um og undir 15 kWt. Seinastu vikuna hevur nýtslan verið 97 kWt. Við grøna elmátaranum er prísurin 1,45/kWt. Við øðrum orðum: Tað hevur kostað 140 kr. fyri heitt vatn og at halda húsini heit hesa ein vikuna. Tað skal viðmerkjast, at tað hevur verið lýtt seinastu dagarnar.

Tá ið kaldast hevur verið, hevur nýtslan verið umleið 30 kWt.

H&C Diagnosis

Hendan appin er meira til montørar og tey, sum hava skil fyri teknisku detaljum, til at avlesa einstøku sensoranar í skipanini, feilfinning og optimering, um ein hevur tørv á tí. Ein kann tendra “datainnsavnan” og fáa live-grafar vístar, meðan skipanin arbeiðir. Eisini ber til at goyma tað fyri at hyggja aftur seinni. Tíverri havi eg ikki funni nakran máta at exportera .csv-fíla-data út av telefonini. Tað hevði verið áhugavert at kunnað gjørt. Atgongd til appina er umvegis Bluetooth

Myndin omanfyri vísir ringrásina, tá skipanin er virkin (løðir) og er still. Á grafinum sæst, at skipanin fer í gongd, tá ið mátaður hiti fer undir eitt vist.

Kostnaður fyri skipan

Í mínum føri var kostnaðurin 125.000 við MVG (tilboð november 2021). Av tí hetta er ein grøn orkuskipan, fæst MVG afturborið við at útfylla eitt skjal út og senda tað til TAKS. Prísurin er sera kappingarførur við jarðhitan, tí í útvarpinum herfyri var upplýst, at miðalprísurin fyri jarðhitaskipanir er 185.000. Báðar skiparnir hava ymisk vandamál við varierandi kostnaðin, alt eftir um uppsetingin er einføld ella krevur nógv eykaarbeiði.

Kostnaður fyri at nýta skipan

Nýtslan fyri mars var 623 kWt, og higartil fyri apríl (í dag er 23.) er nýtt 478 kWt, tað vil siga um og undir túsund krónur. Frá mai til og við august kann rokast við lægri nýtslu um vit fáa eitt hampiligt summar.

Tað skal sigast, at vit búgva í rekkjuhúsum, tvs. bara tvær síður eru at isolera, men kjallarin stendur nakin og uppgravaður, og niðasta hæddin á eini síðuni er ikki isolerað, samstundis sum tað er illa/ikki isolerað millum hæddir. Alt tað hevur ávirkan báðar vegir. So hvørt sum tað verður isolerað og innrættað, kann nýtslan væntast at broytast.

Ljóð

Í mun til oljufýringina ljóðar skipanin væl minni. Innandura hoyrir man eitt físiljóð, um man stendur nær við skipanina, meðan skipanan løðir orku í tangan. Í mínum føri stendur skipanin opin, t.v.s. er ikki isolerað í einum rúmi. Ei heldur rørini, sum ganga til útipartin, eru innilokað millum loftsplátur.

Uttanfyri er ljóðstøðið eisini í ordan. Havi ikki fingið nakra viðmerking um óljóð. Grannin, sum hevur tónleikastudio, hevur heldur ikki havt trupulleikar av óljóði.

Tað skal tó viðmerkjast, at útparturin blæsur kalda luft, so tað er at fyritrekkja at stilla hann soleiðis, at tað ikki verður blást óneyðugt á fólk.

Hóskar seg væl til … ?

Skipanin hóskar seg væl til okkara tørv. Vit eru ein familja av miðalstødd og við vanligum forbrúki. Higartil hava vit ikki merkt at trupulleikar av at skipanin ikki veitir nokk orku. Hon veitir altíð nokk av heitum vatni, og húsini verða hitað.

Fyri tey, sum búgva sindur avsíðis frá vegi, sum vit, er hetta eitt gott alternativ til jarðhita, tí her er bert talan um at fáa tveir stórar lutir til húsini, ið viga ávikavist 90 og 113 kilo (útielement og tangi).

Samanumtikið

Í grein herfyri skrivar Edmund Joensen, at hitin er í jørðini. Hann rør framundir, at meðan loysnir sum hiti úr luftini og hiti úr havinum eru áhugaverdar íløgur, so eru okkara kalda veðurlag og saltinnihaldið í sjónum vansar, sum trekkkja niður. Mest álítandi íløgan er jarðhitin, hóast íløgan er størri. Sí kelduávísing niðanfyri.

Nú kenni eg ikki nógv til aðrar grønar orkuskipanir yvirhøvur, men royndirnar higartil hava verið góðar við hesari luft-til-vatn-hitaskipan. Sparingin í nýtslu er munagóð, og ágóðarnir, sum t.d. hvussu hon tekur seg út og riggar, eri eg væl nøgdur við. Skipanin orkar eisini væl, tá ið tað er um og undir frostmarkið. Hvussu skipanin kemur at rigga um eitt, trý og fimm ár er ilt at siga. Tað fer tíðin at vísa.

Forvæntninganir vóru ikki stórar frá byrjan, men nú er tað broytt til tað betra. Kann avgjørt viðmæla fólki at skifta til eina og hvørja grøna orkuskipan, eisini luft-til-vatn.

Hjalmar Zachariassen

Keldur:

[1] http://lesarin.fo/orkupolitikkur+foroya+hitin+er+i+jordini.html
https://www.sev.fo/
https://www.polarenergi.com/