Ein grøn kommuna er ein góð kommuna!

2020-11-04 09:31


Listi C vil hava eina grøna og burðardygga kommunu. Við hesum skal ein umfatandi grøn og burðardygg ætlan skipast fyri alla kommununa, har heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning verða brúkt, sum okra grundarlag og mál.
Tað at vera burðardyggur, merkir at vera burðardyggur í trá við náttúruna, samfelagsliga og fíggjarliga.
Heimsmálini skulu virðast og implementerast!
Her kunnu nevnast seks av heimsmálunum, sum Tvøroyrar kommuna skal ganga á odda fyri at broyta, betra og tryggja beinanvegin:

Mál 7: Tryggja, at øll fáa álítandi, burðardygga og tíðarhóskandi orku, sum øll hava ráð til.
Hetta skal Tvøroyrar kommuna fáa sett í verk saman við interkommunala samstarvinum í SEV. Eisini kunnu kommunalir stovnar skifta til sjóhita og fjarhita og/ella aðrar varandi orkukeldur.

Mál 11: Gera býir og búsetingar inkluderandi, trygg, dygg og burðardygg.
Býir og búsetingar skulu hava eina gjøgnumgangandi ætlan, sum fevnir um trygg, dygg og burðardygg mál, og alt frá heimafriði, skúla, býarætlan og ferðsla skal skipast. Somuleiðis skal hetta vera orkusparandi og minka um dálking. Hetta má skipast rætt og í trá við tryggleika, dygdir og burðardygga menning.

Mál 12: Tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur.
Kommunan og tænastan, sum kommunan veitir, skulu vera og framyvir tryggja burðardygga nýtslu. Alt frá endurnýtslu, orkusparandi tiltøkum og at tálma nýtslu yvirhøvur. Hetta skal setast sum treyt fyri kommunalum arbeiði. Framleiðslumynstrið verður skipað saman við vinnuni.

Mál 13: Seta í verk bráðneyðug tiltøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum.
Kommunan skal eftirhyggja og broyta sítt virksemi, so dentur verður á, at dálking og útlát verður minkað, har tað er møguligt. Okur skulu gera tað, okur kunnu, fyri at avmarka veðurlagsbroytingar og avleiðingar av hesum. Náttúrumargfeldið í kommununi skal varðveitast.

Mál 14: Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

Mál 15: Verja, fáa í rættlag aftur og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga landtýningum og steðga lívmargfeldismissi.
Hesi bæði málini, nummar 14 og 15, áttu yvirskipað at verið landspolitisk, men sum kommuna kunnu okur varðveita og skipa burðardygga nýtslu av land- og havøkinum, sum kommunan varðar av. Alt frá til dømis at tryggja seg móti dálking á sjógvi og á landi, at varðveita øki og jarðvistskipananir og at røkja viðarlundir.


Okur skylda okra eftirkomarum at hugsa burðardygt!
Listi C vil skapa eina grøna og burðardygga kommunu.
Við hesum, sum grundarlagi, trúgvi og vænti jeg, at okur kunnu røkka langt inn í framtíðina.
Jens Arni Leo Hammerfoss, valevni á lista C