Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

EIN FRAMSØKIN NÚTÍMANS KOMMUNALUR RØKTARHEIMS POLITIKKUR

2020-11-03 12:43

Í Føroyum, eins í í vesturheiminum sum heild, gerast fólk eldri og trívast og njóta teirra otium. Hetta er at gleðast um, at vit hava ommur og abbar, sum eru nógv fyri teirra familjur og ein hollur stuðul hjá yngra ættaliðnum.

Tó vita vit eisini, at áleið 5% av einum ættarliði, fær álvarsamar trupulleikar seint í lívinum (nøkur fá, heilt niður í 50-60 ára aldur). Hetta eru ofta sjúkur, ið hava við sær ymisk sløg av demens, ella minnisveikheit, sum eftir fáum árum, gera tey fullkomuliga hjálparleys og røktarkrevjandi.

Sum nú er, hava vit røktarheim, har primert heilsufaklig fólk starvast. Hesi gera eitt framúr gott arbeiði og nógv av teimum eldru liva leingi, hóast sjúkur teirra, tí tey eru í stak góðum hondum.

Hinvegin meini eg ikki, at siðvenjubundin heilsufaklig røkt og viðgerð er nóg mikið, at tryggja lívsgóðskuna hjá okkara minnisveiku borgarum á ein nøktandi hátt. Tey hava rætt til eitt minst líka fjølbroytt og stimbrandi lív, sum javnaldrar teirra, ið eru tey eldru frísku og ferðugu. Ein fjøltáttaður og virkin dagur, kann saktans fara fram á einum røktarheimi. Til hetta krevst tvørprofessionalisma, har fakligheit hjá øðrum fakpersónum verður eftirspurd.

Hetta kemur at supplera tað frammanundan góða arbeiðið, sum longu verður gjørt á okkara røktarheimum. Vit skulu hava eitt toymi av námsfrøðingum, ergoterapeutum, fysioterapeutum, musikknámsfrøðingum, kunstterapeutum og øðrum viðkomandi fakprofessionellum fólkum, at vera um tann minnisveika persónin.

Á henda hátt, kundi tann eldri verið aktiveraður nógv meira, enn tað í verandi støðu er møguleiki og stundir til á kommunalum røktarheimum.

Hetta hevði havt við sær størri trivnað fyri tey sum ikki hava nakað annað val enn røktarheim, avvarðandi teirra og starvsfólkahópin, sum kemur at verða um tey eldru

Hóast tú ert gamal, sjúkur og veikur, hevur tú rætt til eitt dygdargott lív við persónligum frælsi, ið m.a. merkir, at tú kanst halda fram við nøkrum av teimum aktivitetum, sum fyrr var ein partur av tínum lívi.

Súsanna Olsen, Framsókn.