Valevni fyri Javnaðarflokkin á býráðsvalinum 10. nov. 2020

Eg blívi við, ja; og eg meini tað!

2020-11-08 14:01

Tað er við gleði, ja; eg meini tað, at síggja at dagstovnaøkið fær nógva umtalu til býráðsvalið týsdagin, men eg loyvi mær at ivast í, um ætlaðar uppraðfestingar liggja aftan fyri orðini. Eg havi eina stóra avbjóðing at trúgva núverandi meiriluta, tá tey lova betur umstøður, tí vit vita øll, hvussu leikur hevur verið. Eg sigi tað einaferð afturat; rætt skal verða rætt, at í 2020 bleiv normeringin uppraðfest við 4,5 mió., men so kemur mín stóra stúran, tí sami meiriluti sigur at í 2021 verður normeringin aftur uppraðfest, men tað passar ikki. Fyri komandi ár, eru 0, ja les: Null krónur, settar av til hægri normeringar. Fyri 2021 eru neyðuguar 4 mió. játtaðar til kommunala serøkið, og er tað ein góð raðfesting, takk fyri tað.

Munandi uppraðfestingar eru bráðneyðugar nú, annars dettur gólvið undan námsfrøðiliga økinum, hesum vil eg virkað fyri, ja; eg meini tað! Hetta havi eg eisini víst á, og kann tað lesast her.

Um nøkur ár verður tørvur á nógv fleiri námsfrøðiligum starvsfólkum, tí um vit samanlíkna við í dag verða tað munandi fleiri børn. Um dygdin skal mennast, skulu tað sera nógv dugnalig starvsfólk afturat á økið. Samfelagið hevur tørv á námsfrøðiligum starvsfólkum, sum hava áhuga og góðsku at útinna tryggar mennandi umstøður, har okkara komandi ættarlið vaksa upp.

Hetta er ein greið niðurstøða, ið yrkisfólk og foreldur dagliga vísa á, eisini er hetta grundað á ymiskar kanningar, bæði frá Pedagogfelagnum og frá vísindarligum kanningum, har íløgur í børn, gevur stóran vinning fyri samfelagið seinni í lívinum. Yrkisfólk og foreldur vísa regluliga á manglandi normeringar, og er hetta eitt krav, ið komandi býráð skal hava sum aðalmál at loysa og fáa skapt í verki. Hetta er tað einasta sum kann bjarga yrkinum frá at blíva sorla sundur – tað er nú at hetta skal gerast, tí í morgin er kanska alt ov seint.

Samstundis, sum neyðugt er við fleiri námsfrøðiligum starvsfólkum, eru tað fleiri, ið siga at tað kann ikki at lata seg gera, og seta spurnatekin við, hvar starvsfólkini skulu koma frá. Hetta síggi eg ikki sum ein leiklut, sum skal steðga einari uppraðfesting nú, tí tá munandi uppraðfestingin verður í verki, tá koma fleiri av starvsfólkunum, sum seinastu árini eru farin av økinum, aftur á økið at arbeiða. Vit skulu eisini tora og vilja, at geva námsfrøðiligu starvsfólkunum eina styttri arbeiðsviku, samstundis sum lønarviðurskiftini skulu hækkast munandi, samráðingarnar eru jú í gongd, og har hava komandi býráðspolitikkarar ávirkan.

Vit skulu sum samfelag, hava bestu viðurskiftir tá talan er um børn - børn eru eisini borgarar. Tey hava rætt til eitt gott og mennandi lív á dagstovnaøkinum.

Støðan er hættislig! Vit skulu steðga á! Vit skulu ikki krevja ella vænta javnbjóðis dygd, umsorgan, nærveru og menningartilboð til okkara børn og ungdóm í løtuni, tað er tað ikki tíð til.

Far á val týsdagin! Vel ein persón, sum tú hevur álit á; vel ein persón, ið meinar tað sum hann sigur. Tá uppraðfestingin til námsfrøðiligu starvsfólkini eru veruleiki, tá kunnu vit aftur tosa um mennandi dygdargott námsfrøðiligt virksemi. Um valið fellur á persón, ið meinar tað, ja; so verður aftur gott at verða barn og starvsfólk námsfrøðiliga økinum í Tórshavnar kommunu í 2021.

Eg blívi við, ja; og eg meini tað!

Bjarni Beder, valevni á lista C