Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dreymar mugu til

2020-11-07 23:18

Eg síggji fyri mær, at um eini 50 ár, so hava vit marknaðarført Vága Kommunu.

Kaiøkið er samskipa og riggar gott. Kommunan fær pening inn av skipum sum liggja við kai og landa o.a

Vit hava eina ferðavinnu í blóma og selja túrar við ferðaleiðara til fleiri økir í kommununi.Chester Camp er gjørt um til eitt minnis stað til ber, at seta seg niður og hoyra um søguna um Vága Kommunu í krígginum.

Nykurin stendur, so flottur í bakandi sól og hvør veit um ikki eitt camping økið, er tætt við.

Gongutúrar til Trøllkonufingur við ferðaleiðara, sum áhugavekjandi sigur frá søguni fyri teimum vitjandi.

Caféirnar/Matstøðini hava nokk at gera í kommununi í summarhálvuni íøllumførum.Bygdarhúsið verur karmur um mentunartiltøk og kanska Listastovan fer, at hava inniligar konsertir.

Ferðslan verur skipa, har ferðin er koyrd niður og børnini eru trygg, tá ið tey ganga til og frá skúlan.Handilslívið fer, at vera lívligt og spennandi.
Hvør veit um ikki eitt handilssentur stendur við vatnið í bakandi sól.

Vága Kommuna hevur tveir hugnadagar í summarinum. Har børn og onnur skemta sær.

Skúlin á Giljanesi fer at vera opin fleiri tímar um samdøgnið.
Eitt nú kvøldskúla og eitt Fab Lab til íverksetar og spírar.

Kaiøkið verur fult av lívið, har fleiri vinnur vera samantvinnaðar í tí tær liggja á somu gøtu / stað og møguleiki er fyri at samstarva um ymsar uppgávur.

Vit fara at fleiri lendisgøtur til borgarir og vitjandi runt í kommununi.

Nakrir eldri borgarir vera við at gera ymsar uppgávur fyri kommununa og harvið fáa tey eitt oyra afturfyri.
Samstundis vera ymsu áirnar í kommununi fríðkaðar við ljósum og benkrum til gleði fyri øll.
Ein stórhøll er í kommununi, sum øll oyggin fær gleði av.

Vilja tit droyma, so ber tað til.
Treytin er, at vit koyra á og hava hjarta við!

X við Jóan Magnus Magnusson

Framtíðarlistin – Ein nýggj byrjan