
Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu
2020-10-28 13:26
Her er heilt galið við dagstovnaøkinum í Tórhavnar kommunu. Foreldur, starvsfólk, álitisfólk og fakfelag rópa neyðarróp, tí tíð og orka strekkja ikki til at taka sær forsvarliga av børnunum. AV BØRNUNUM!! Tað er sjálvt tilverugrundarlagið hjá dagstovnaøkinum, og so verður tað forsømt? Tað er óskilligt, at støðan skal vera so ring. Børnini eru týdningarmesta tilfeingið í okkara samfelag, so tað er ein sjálvfylgja, at tey hava bestu umstøður á dagstovninum. Teirra “arbeiðsdagur” byrjar áðrenn foreldranna, og endar eisini aftaná.
Starvsfólkini á stovnunum eru trýst langt út um mark, og hava ongan møguleika at taka sær optimalt av børnunum. Ábyrgdin liggur hjá kommununi, og í síðsta enda politikkarum, sum skulu játta pengar til raksturin. Tað hevur víst seg ikki at vera nøkur loysn, at broyta bygnaðin við millumleiðarum.
Hettar má og skal fáast upp á pláss. Játtanin til dagstovnaøkið skal upp, so at vit fáa tilmældu normeringarnar.
Um eg komi inn í býráðið, so fari eg at arbeiða fyri hægri normering og nøktandi umstøðum á dagstovnaøkinum. Hettar SKAL upp á pláss.
Set X við Niels á Reynatúgvu til býráðsvalið.