Býurin má røkjast

2020-10-04 10:20

Býurin má røkjast

Tað er ikki nóg mikið, at vit vita, at vit í Havnini eiga ein deiligan bý, tí uttan viðlíkahald og røkt er tað so skjótt, at býurin forferst. Skal Havnin skína, má ein innsatsur gerast alla tíðina, tí vit hava ikki ráð til, at viðlíkahald er ein mangulvøra!

Serliga er tað í miðbýnum og so bæði í eystur- og vesturbýnum í Havn, at viðlíkahald og røkt mugu vigast hægri enn higartil. Vit hava slitnar vegir, vánaligar gongubreytir og fleiri støð í sjálvari Havnini, har ein góð hond er harðliga tiltrongd. Er trot á arbeiðsmegi, eiga neyðug stig at verða tikin, so vit hava nóg mikið av fólki til hesar so átrokandi uppgávur.

Bæði vegir og síðuvegir eiga at verða dagførdir, so væl er koyrandi og farandi eftir teimum, eins og gongubreytirnar mugu fáast í so góðan stand, at tað ikki er nakrastaðni í Havn, at tað ikki er gangandi hjá teimum, ið dag og dagliga brúka gongubreytir og gongugøtur.

Skulu vit betra um umstøðurnar til rørslutarnað runt um í býnum, er tað ikki minst á hesum øki, at ein innsatsur eigur at verða gjørdur. Tíbetur verður hetta havt í huga, tá ið nýggjar gongubreytir verða gjørdar, men tað eigur sjálvandi eisini at verða tikið við, tá ið dagføringar verða gjørdar.

Eina grønari Havn

Tórshavnar kommuna hevur gjørt stórar íløgur í gøtuljósini við LED-ljósi, so tað skuldi bera til at spara pengar, og tað er eisini skilagott. Men minni skilagott er at spara upp á ljósið, tá ið tað er so nógv bíligari, enn tað plagdi at vera. Fyrr plagdu vit at tendra gøtuljósini eftir ólavsøku, men enn er ikki tendrað allastaðni, og tað er stórt spell – og ein vansi fyri eldri, sjónveik og onnur.

Fyri trivnaðin hevur tað eisini týdning, at vit varðveita grønar blettir í natúrini, og fyri at betra um møguleikarnar at njóta alt tað vakra, vit hava uttan um okkum, eiga vit eisini at fáa fleiri gøtur. Tað kunnu vera gøtur millum býlingar, men eisini gøtur í vøkru økjunum kring býin, so sum kring vatnbassengið í Havnardali og møguliga í plantasjuni í Hoydølum og Lítluplantasju.

Alsamt fleiri njóta eisini natúrina í fjøruni, tí havsvimjararnir bara økjast í tali. Har kundi á fleiri støðum verið bøtt munandi um umstøðurnar hjá dypparunum, eitt nú til at skifta ella kanska at fáa skola sær kroppin eftir at hava verið útií.

Eins og brúk er fyri fólki til vegir og gongubreytir, er eisini brúk fyri fólki til grøna partin av Havnini, og eg eri vísur í, at høvdu vit fleiri urtagarðsfólk í starvi, sluppu vit undan vantandi røkt í kirkjugørðunum og aðrastaðni. Hava vit arbeiðsmegina, kunnu vit eisini fríðka munandi um og seta benkur og annað upp, so fólk kunnu njóta løtuna og friðin og steðga á eina løtu.

Hetta viðlíkahald og betri røkt gera vit nakað við beinanvegin, tí Havnin skal skína!

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin