Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Býráðsarbeiðið í Klaksvík leggjast á hægri og víðkað støði

2020-11-04 16:17

Fólkaflokkurin fer, tá vit koma í leiðslu, at leggja upp til tættari og miðvísari samstarv við allar tættir, bæði almennar og privatar. Her krevst ein broyting

 

Sum eg nevndi í eini grein í Norðlýsinum herfyri: “Íverksetan, nýhugsan og tættari samstarv við vinnuna”, vil eg, fyri at fáa meiri støðuga framgongd, nevna nakrar tankar um menning millum býráðið, landsstovnar, aðrar stovnar, vinnuna, handilsvinnuna og mentanarlívið. 

 

Sum næststørsti býur í landinum við sterkum framtakshugaðum vinnulívi og  landsstovnum, er tað ógvuliga harmiligt, at inntøkugrundarlagið hjá Klaksvíkar Kommunu skal liggja so lágt, ja, lægri enn miðal fyri landið.

 

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu áttu í minsta lagi at ligið um 50 mió. kr. hægri, taka vit miðaltølini fyri landið og 125 mió. kr. hægri um vit sammeta við inntøkuna í Tórshavn. Vit skulu minnast til, at hetta endurtekur seg hvørt ár.

 

Fasta samstarvsnevnd

Verður býráðsvalið fyri Fólkaflokkin so mikið heppið, at vit koma í meiriluta, fari eg at mæla til at ein samstarvsnevnd við trimum limum, verður vald, har borgarstjórin verður formaður, ein limur valdur fyri meirilutan og ein fyri minnilutan.

 

Arbeiðssetningur má verða gjørdur og kann t.d. verða hesin:

“Samstarvsnevndin verður føst nevnd, og hevur til endamáls støðugt at hava fundir við vinnuna, handilsvinnuna, ymisk mentanarfólk, landsalmennar partar o.o.  hvør sær, har mál, kanska triðja hvønn mánað verða tikin til viðgerðar. At hetta ikki bara skal vera vanlig kaffiprát, men gjølla tilrættalagt frá báðum pørtum og ætlanir lagdar fyri nýggjar fundir við niðurstøðum um framtíðina og skrivaðum fundarfrásagnum”. 

 

Tað sum vit tíverri ofta hava sæð er, at fundir eru, sum skulu eitast at vera við býráðið, men har bert býráðsleiðslan er umboðað, og ongar fundarfrásagnir verða senda býráðslimum til kunningar. Hetta ger, at fundir bara gerast tilvildarligir og ikki geva nóg miðvís úrslit.

 

Vit hava eina góða umsiting við dugnaligum embætisfólki ið skal arbeiða við málunum ímillum fundirnar og fáa avtalurnar førdar út í lívið og melda aftur til samstarvsnevndina.

 

Vit hava nýggjar tíðir við stórum avbjóðingum, tí mugu vit meiri miðvíst og støðugt arbeiða við málum, ið styrkja Klaksvíkar Kommunu. 

 

Gunvá við Keldu

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin til Klaksvíkar Býráð