Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Byggja meir á minni - Soleiðis loysa vit bústaðar trupuleikan

2020-11-06 15:33

Sum eg nevndi heilt stutt til kjakið hjá Unga Samband á Reinsarínum í gjárkvøldið, so haldi eg at trupuleikin við manglandi bústøðum í Tórshavnar Kommunu, eisini liggur djúpri, enn bara manglandi tiltøk í býnum.

Í øllum býum byggir man høgt, fyri at skapa fleiri bústaðir bíligari, og nýtir niðastu hæddirnar til vinnuligt virksemi, sum Handil, café lív og matstovur.


Tað er jú ganska logiskt, at har fólk búgva, er virksemið, og ikki neyðturviliga hin vegin runt.


Vit mugu endurskoða býarætlana og byggisamtyktir, soleiðis at til ber at skapa lív og trivnað aftur í býnum so bíliga sum gjørligt. Miðbýurin er jú eisini veðurbesta stað at byggja og búleikast, ið aftur kann lækka byggikostaðin, tí vit nýtast ikki somu strangu bjálvingarkrøv.

Tað er umráðandi at nýggj byggjaríir í miðbýnum sleppa at gagnnýta 100% av stykkinum ella har upp í móti, og ikki bara 50-80%, sum man ger nú.

Skulu vit hava bíligari byggjaríir, noyðast vit at byggja meir á minni.

Vit mugu hægri upp og byggja tættari.

Eisini manlga vit eina langtíðar býarætlan, har man loyvur fjølbroyttum byggjaríðum, bæði bíligum og meiri kostnaðarmiklum, alt eftir øki og tørvi, soleiðis at øll kunnu búleikast her.

At flyta nærum allan býin niðan í Hoyvík er sera kostnaðarmikið, bæði í infrakervi og í bygging, tí aftur at grava vegir, kaðalir o.a. eru kuldaviðurskiftini á 250 m hædd heilt ørsvísi, enn í fjálgara partinum av býnum.

___________________

Tórshavn er áleið somu stødd sum økið innanfyri vollan í KBH. Men úti á vollanum búgva 800.000 fólk, og í Tórshavn búgva einans 13.000.


Tað er ein øgiliga vánalig útnyttan av økinum herheima, nú bíligir bústaðir standa høgt á breddanum. Býarplanleggin langt fram!

Hugsið um tað, tá ið tit seta tykkara X.

Vit mugu loysa tann undurliggjandi trupuleikan, annars er tað sum at pissa í buks fyri at halda hitanum.

Michel Nielsen