Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bygg eina nýggja ferju til Nólsoyar – ikki eykaskip!

2020-12-31 15:46

Hugaligt er at hoyra bæði landstýrismann og SSL-stjóra nú lofta uppskotinum at byggja 4 ferjur, har tær eru mestsum eins, tvær og tvær. Hetta hevur arbeiðsbólkurin lagt fyri bæði politikkarar og SSL seinastu 12 árini!

Nólsoyingar hava ongantíð kravt, at ferjan um Nólsoyarfjørð skal sigla skjótt. Talan er um 4 km og av teimum er drúgvasta tíðin at sigla innanfyri nýggja molan í Havn og tíðin at leggja at, tí tá er mest loyvda ferð 4 míl. Ritan hevur siglt farleiðina á 16-18 min., og seinastu túrarnir við Ternuni hava verið uml. 22 min. Veðrið hevur sjálvsagt eisini sína ávirkan á ferðatíðina. Týdningarmest er, at ferðafólk koma trygt um fjørðin.

Nú eykaskipið Erla Kongsdóttir er komið, ljóðar sum at nólsoyingar skulu gleðast um hesa ferju. Men hon er bert eykaskip og hon nøktar ikki tann tørvin, ið er, tá ið hvørki oljubilur, rottangabilur, ruskbilur – og kanska heldur ikki líkbilur – sleppur við. Hvussu hon roynist við sjúkrabili og sløkkibili vita vit (tíbetur) ikki enn. At Hasfjord skal setast inn eftir tørvi, er so bert eykaskip fyri eykaskip!

Arbeiðsbólkurin hevur lagt fram uppskot, at ferjan til Nólsoyar og ferjan til Syðradals, líkjast í stóran mun. Helst hevur ferjan norðanfyri størri tørv á bildekki í mun til ferðafólkatal og í Nólsoy er størri tørvur á ferðafólkatalinum enn talið av bilum – um so er, at skipan loyvir eykatúrum, tá ið á stendur, og at bíleggingarskipan eisini verður skipað. Ferjurnar út í Skúgvi og Fugloy/Svínoy kunnu møguliga líkjast, tó mugu atlit takast til atløgurnar í ymsu oyggjunum.

Eg haldi tað verða skeivt at siga, at Tórshavnar kommuna skal yvirtaka ferðasambandið til Nólsoyar og út í Hest. Hetta er uppgáva, ið landið skal røkja. At royna at sleppa sær av við samferðslupartin nú, so kommunan skal standa við rokningini at byggja nýggja ferju og síðani at røkja farleiðina er burtur úr vón og viti.

Strandfaraskip Landsins eigur at fáa játtan, ið verður sett til at byggja nýggjar ferjur. Sjálvsagt ynski eg mær, at ferjan til Nólsoyar verður raðfest fremst, men í práti við Mest hevur eisini verið borið fram, at umstøður eru at byggja tvær ferjur í senn. Kom í gongd!

Vit eru nokkso nógv, ið heldur vilja búgva á oyggj/útoyggj og vit hava krav uppá at okkara børn sleppa í skúla/miðnám/læru og at arbeiðsfólkið kann møta til arbeiðis – og sleppa heim aftur.

Við ynskjum um gott, trygt og koronafrítt nýggjár.

Jákup av Skarði