Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bústaðir til støk og barnafamiljuna .

2020-10-31 11:58

Virðiligar bústaðir til barnafamiljur.

 

Vit tosa nógv um bústaðir og stóra tørvin á íbúðum og grundstykkjum.

Eg haldi, tað hevur sera stóran týdning, at vit hugsa um børn og familjur og virðiligar bústaðir til hesi.

Øll menniskju hava tørv á at búgva trygt og væl .

Havnin er blivin so stór, og bústaðir kosta nú so nógv, at vanlig fólk hava trupult at keypa nakað, um tey eisini skulu liva eitt gott lív.

Hetta kann ikki vera rætt!

Kommunan eigur at ganga á odda og vera nýhugsandi og kreativ í sínum møguleikum til okkara borgarar.

Eg síggi og hoyri alt ov ofta um familjur, sum búgva í sera óhóskandi íbúðunum og enn tá hugsa um at flyta av landinum vegna manglandi bústað.

Kommunan eigur áhaldandi at eggja fyritøkum og øðrum,sum hava møguleikan, at byggja hús og íbúðir  - kommunan skal vera viðleikari og vísa á lendi, sum eru hóskandi.

Eg hugsi serliga um ein býling, sum roynist sera væl og kann vera fyrimynd, og tað er Tórsbyrgi, sum er eitt fantastiskt stað at búgva íTórsbyrgi eggjar til felagsskap, vinalag, trivna og er sostatt eitt stað, sum er sera væl egnað til familjur av øllum slag. 

Vit skulu økja um møguleikan hjá fólki at seta føtur undir egiðborð – barnafamiljur og t.d. støk skulu eisini hava møguleika at fáa eitt gott og virðiligt stað at búgva.

Um vit gera fleiri Tórsbyri og t.d. lata lutaíbúðir byggja – so hava nógv fleiri møguleikan, og tað vil eg arbeiða fyri at seta í verk .

Vit skulu sum kommuna sjálvandi hugsa um bústað til allar borgarar ung sum eldri, lesandi, støk og um barnafamiljurnar – øll hesi hava sama tørv: eitt virðiligt og gott heim.

Turið Horn