Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bústaðarmøguleikar til lág- og miðallønt í Tórshavnar kommunu!

2020-11-08 19:14

 Metstóri fólkavøksturin, lága rentustøðið og búskaparvøksturin økir byggikostaðin. Hetta avbjóðar bústaðarmøguleikarnar fyri fleiri; serliga fyri tey lág- og miðalløntu.

Tað er umrøtt, hvørt kommunan skuldu fingið loyvið at bygt bústaðir og leiga út, og hervið vera við til at loyst bústaðartrupulleikan. Onnur talar ímóti við tí argumenti, at kommunan ikki má gerast ein stórur byggimastadontur í beinleiðis kapping við vinnuni. Men snýr tað seg í veruleikanum ikki um at fáa ein lóg, sum stýrir økinum og regulerar og tryggjar, at tað ikki verður gjørt mun á fólki í kommununi? Ja, eg kann fylgja Anniku Olsen í at vit kunnu røkka langt við einum OOP samstarvi millum almennar mynduleikar og privatar aktørarar, har tann privati aktørurin átekur sær váðan, men so fær hann eisini inntøkurnar. Hví verður dentur einans lagt á at skapa betri fortreytir fyri privata framtakseminum?

Vit mugu taka trupulleikan í álvara! Bara í Tórshavnar kommunu er talið av húskjum, seinastu árini, økt við áleið 120 árliga. Longu undir valdystinum til løgtingsval í 2011 bleiv nógv gjørt burtur úr trupulleikunum. Tá bleiv Húsalánsgrunnurin umlagdur til bústaðarfelagið ”Bústaðir”, ið fekk heimild at byggja leigubústaðir. Men spurningarnar eru nógvir. Hevur Bústaðir greiðar løgfrøðiligar karmar sum ger, at tey t.d. kunna samstarva við pensjónsfeløg um bústaðarbygging? Hava tey neyðugu lánsheimildirnar? Hvussu síggja samtyktu bústaðarpakkarnir út; geva hesir  teimum lág- og miðalløntu veruligir bústaðarmøguleikar?

Nær kemur ein ætlan við Hoydølum, so øki kemur flest borgarum til gagns? Hvat er ætlanin við forfallum bygningum í Tórshavnar kommunu?

Langt er eftir á mál, um vit skulu loysa bústaðarneyðina í Tórshavnar kommunu.

Jóhan Carl Dam - Valevni á Lista E.