Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Bústaðarmøguleikar, sum ikki eru tøkir í løtuni…

2020-11-09 09:53

”Blívur lands- og kommunalpolitiski karmurin og pallurin tøkur, so eru vit klár, at gera íløgur í føroyska bústaðarmarknaðin…” Nakað soleiðis siga umboðini fyri pensjónsfeløgini í D&V 18.7.2020.

Okkurt bendir á, at bíðað verður eftir hvør øðrum, og at snávingarsteinurin er, at vit hava lítla og onga mentan fyri, at ”tolin kapitalur” sleppur til arbeiðis á bústaðarøkinum í Føroyum. Argumentið, at hetta ikki skal loysa seg, er annaðmál og fer altíð at vera ein meting og raðfesting hjá okkara føroysku pensjónsfeløgum. Fyribrigdið og hugtakið Corporate Social Responsibility (CSR) snýr seg m.a. fyri ein part at síggja burtur frá profitti, sum einastu treyt fyri íløgum. Vænti tó, at hetta, at gera íløgur í leigubústaðir, kann fara at loysa seg í Føroyum, um vit broyta mentan og hugburð til, hvat tað er at seta føtur undir egið borð.

Í nógvum av londunum rundan um okkum, sum vit deila vælferðarhugsjón við, hevur í fleiri tíggjuáraskeið verið siðvenja at hava ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, har at leiga, eiga ella bæði ymisk skeið og í ymsum støðum í lívinum verður mett sum skilagóður máti at seta búgv.Ein bústaðargongd er ofta henda:

· At tú sum vaksin tannáringur ella ungur flytur heimanífrá í eitt kollegiekamar ella lestraríbúð, har tú húsast, til útbúgvingin er liðug.

· Síðan flytur tú sum oftast í annan leigubústað nøkur ár, til tú ert umleið 30-35 ár, tá ið tú setur familju á stovn. Nakrar av hesum familjunum keypa sær fasta ogn (luta- ella ognaríbúð, raðhús ella sethús). Tó hendir tað, at nógvar av hesum familjum ganga sundur aftur, og nú er tørvur á tveimum heldur enn einum bústaði til hesi fólk og børn teirra.

· Tey vaksnu búgva hvør sær eina tíð, til ein nýggj familja verður sett á stovn, har børn í fyrsta parlagnum búgva til skiftis hjá foreldrum og nýggju makum teirra.

· Onnur vaksin, ið eru sundurlisin, halda fram sum støk, meira ella minni, restina av lívinum. Í Danmark í dag eru, sambært Danmarks Statisk áleið 1.2 millónir vaksin, sum búgva fyri seg sjálv ella saman við børnum sínum (hetta er ikki nakað nýtt sum so, men talið er vaksið nógv seinastu 30 árini)

· Tá ið fólk nærkast aldurdóminum 70 + hava nøkur teirra brúk fyri eldrabýli, onnur brúk fyri færri fermetrum, sama um tey hava liva í leigu- ella fastari bústaðarogn.

Bera vit hetta omanfyri saman við Føroyar, er fávitskut at halda at hetta mynstur ikki ger seg galdandi hjá okkum.

Vit hava í mong ár sent ungdómar av landinum í útbúgvingarørindum, men nú velja nógv av hesum ungu at verða verandi í Føroyum (Fróðskaparsetur Føroya hevur seinastu árini fleiri og fleiri umsøkjarar, sum vilja lesa í Føroyum)

Okkara sundurlesingarhagtøl liggja einki aftan fyri lond kring okkum.

Vit hava eina fólkasamanseting, har eldra ættarliðið vísir seg týðuliga.

Vit eru sum samfelag í tí lukkuligu støðu, at vit í løtuni hava tilflyting og fólk, sum vilja búgva her heima. Hetta er eitt undantak fyri oyggjasamfeløg, har fráflyting næstan altíð er størri enn tilflyting, serliga av ungum fólki. Men hetta kann venda, um vit bara lata standa til viðvíkjandi vantandi bústaðarmøguleikum.

So samanumtikið er tíðin komin til av álvara at bróta upp úr nýggjum hugsjónarliga og endurskoða okkara bústaðarpolitikk, bæði hvat landi og kommunum viðvíkur, soleiðis at hann sampakkar við fjølbroytta familju-/bústaðarmynstrið í einum nútíðar vælferðarsamfelag.

Land og kommuna, sum politiskar og fyrisitingarligar eindir, eru settir í verðina fyri at gera tað liviligt hjá okkum, sum búleikast her á landi. Á føroyska bústaðarmarknaðinum er als ikki serliga liviligt beint nú hjá nógvum, og ein hevur kensluna av einum álvarsomum ósamsvari ímillum tað, ið tørvur er á, og tað, ið verður gjørt fyri at loysa bráðfeingis bústaðartørvin.

Súsanna Olsen, Fransókn.