Les meir á BjørgDam.fo
Finn meg eisini á instagram & Facebook!

Bussur og gøtur skula binda Argir saman.

2020-10-29 13:33

Seinast í 1980’unum droymdi eg um, at kunna taka bussin frá Støðni, har eg vaks upp, og niðan á AB vøllin at sparka. Nú eru so Hamarin, Kongavarði og Klingurstjørn komnar afturat.

-Ongantíð hevur tað verið týdningarmiklari at hugsa at samanbinda bussambandið, so Argir kann verða ein samanhangandi eind, og børnini kunna fara í skúla og á vøllin við bussi.

Tað eigur sjálvsagt at verða eitt grundprinsipp við bussinum, at børn í býlinginum kunna taka bussin aftur og fram í skúla og til stóru ítróttarøkini.

Eisini skula gøtur skula ganga oman, niðan og yvir, so tað er trygt at ferðast til gongu og á súkklu úr enda í annan. Gongur gøtan yvir ein veg, skal ein góður gonguteigur hjálpa gongufólkinum yvirum trygt.

Lítið er broytt niðrið á Argjum og hetta til valið, fari eg at skriva um mínar hugsanir um dagføringar. Tað verið seg um heildarætlan av vegabreiðkan, seiðaberg í Støðni, minnisvarðin o.a.. Situr tú inni við einhvørjum vil eg fegin hoyra.

Á BjørgDam.fo finnir tú mínar upplýsningar og fleiri greinar.

Bjørg Dam

Valevnið Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.