Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Busssambandið - takk til borgarstjóran í Eysturkommunu

2021-03-25 09:47

Fyrst vil eg takka borgarstjóranum í Eysturkommunu, tá hann herfyri greitt og siðiliga gjørdi vart við sína ónøgd um busssambandið millum Klaksvík og Tórshavn. Tað er altíð gott at fáa góða hjálp frá grannakommunum, hóast eg hevði ynskt at fingið eina almenna fráboðan frá okkara egnu.

Beinanvegin, tað kom mær fyri oyra, at Strandferðslan ætlaði at hekta norður-eystur økið av landinum av, í strembanini eftir at gera tað lættari fyri seg sjálva, gjørdi eg vart við skeivleikan.

Okkara kommuna má á bánan
Tað hevur sera stóran týdning, at vit sum kommuna hava eina greiða rødd, ið ikki letur slíkt um seg ganga. Hvønn gerandisdag hava okkara borgarar brúk fyri einari góðari og skjótari tænastu, ið trygt førir tey til og frá arbeiði. Tí er tað óskiljandi, at vit sum býráðslimir hvørki hava hoyrt um ella sæð nakað hoyringsskriv. Ei heldur er nakað lagt fyri nevnd, ella nøkur almenn fráboðan um støðu býráðsins til umleggingina av leið 400.

Strandferðslan ætlar at seta nýggju skipanina í verk longu 1. apríl, og um vit ikki gera vart við okkum beinanvegin, so verður seinur dagur, áðrenn vit fáa broytt skipanina aftur til nakað, ið kann vera til veruligt gagn fyri okkara borgarar.

Nú er hoyringsfreistin farin - vónandi er hoyringsskriv skrivað og sent - men alment havi eg onki hoyrt.

Býráðið má ikki lata landið hóreiggja sær, júst sum tey finna fyri best. Her má leggjast trýst á politisku skipanina, so eisini borgarar í landnyrðings-Føroyum fáa gagn av skjótastu og tryggastu loysnini.

Jógvan Skorheim
býráðslimur